• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gests ríma ella Áslu ríma

 

Gests ríma ella Áslu ríma

 

CCF 3 C

TSB D 402

 

1 Gestur gekk sær niðan við á, 

- at dansa - 

fann hann hvar ið harpan lá. 

 

Væl er mær ansað, 

her vil eg á gólvið fram at dansa, 

tó at tú vilt mær lív í vanda, 

væl er mær ansað. 

 

2 Gestur gjørdi sær meira ómak, 

harpuna tók hann á sítt bak. 

 

3 Gestur gekk sær í ein garð, 

gisti moy sum kelling var. 

 

4 "Gestur, dvølst hjá mær í nátt, 

Haki kemur av skógvi brátt." 

 

5 Gestur livir við lítið veldi, 

harpuna setur hann fram at eldi. 

 

6 Gestur dvøldist hjá henni á nátt, 

Haki kom av skógvi brátt. 

 

7 Kelling talar orðum hátt: 

"vit skulum drepa gest í nátt." 

 

8 "Eg drepi ikki henda mann, 

tí eg veit onga søk við hann." 

 

9 "Vilt tú ikki drepa hann, 

gestur skal vera mín egin mann." 

 

10 Haki fór at drepa gest, 

kelling var í ráðum verst. 

 

11 Kallur tók sín lítla knív, 

snarliga skildi hann gest við lív. 

 

12 Brutu upp harpuna eftir hans deyða, 

funnu tey moy í skarlaki reyða. 

 

13 "Tú skalt liva í miklari pínu, 

kallast Kráka, dóttir mín." 

 

14 "Tó at eg livi við miklari pínu, 

eg eiti ei Kráka, dóttir tín." 

 

15 "Tú skalt liva við mikin harm, 

føða skalt tú beinleyst barn." 

 

16 "Tó at eg livi við mikin harm, 

eg føði ikki beinleyst barn." 

 

17 Ragnar legði skip undir brú, 

sveinar ríða í Haka bú. 

 

18 Ragnar legði skip undir flaka, 

sveinar fóru við breyð at baka. 

 

19 Tað kom ein jomfrú inn og rann, 

teir stara á hana, meðan breyðið brann. 

 

20 Hon stoytti yvir hana bryggjukar: 

"Kráka, tú skalt sitja har." 

 

21 Hon stoytti av sær bryggjukar: 

"fái tann skomm, ið siti har." 

 

22 Kelling sló sína dóttur á grúgvu, 

tá datt av henni nævurhúgva. 

 

23 "Hoyr tað kelling, sjáldan blíð, 

hví slært tú so fagurt vív?" 

 

25 "Í forðum var eg vænari fljóð, 

morð og mannslátt um meg stóð." 

 

26 Sveinar stilldu stál fyri stokk, 

slitu eitt hár úr moynnar lokk. 

 

27 Sveipa teir tað í ein klút, 

og bera so til skipa út 

 

28 Ragnar talar orðum snilt: 

"tit havið alla vára føðslu spilt." 

 

29 "Tað kom ein jomfrú inn og rann, 

vær stardum á hana, meðan breyðið brann. 

 

30 Vær høvum sæð so vænt eitt vív. 

ið fagrari var enn Tóra í líð. 

 

31 Vær høvum sæð so vænt eitt sprund, 

ið fagrari var enn Tóra í lund." 

 

32 "Sveinar haldið tit meg fyri háð, 

tit skuluð allir í gálgan gá. 

 

33 Sveinar, haldið tit meg fyri spott, 

tit skuluð allir í gálgan brátt." 

 

34 Sveinar stilldu stál fyri stokk, 

teir sýndu eitt hár úr moynnar lokk. 

 

35 "Farið heim og sigið henni frá: 

Ragnar kongur vil hana sjá." 

 

36 Teir fóru heim og søgdu henni frá: 

"Ragnar kongur vil teg sjá." 

 

37 Ásla gongur í grønari lund, 

kallar við sær lítin hund. 

 

38 Ásla gongur sær niðri við bakka, 

kallar við sær lítin rakka.

 

CCF 3 C

TSB D 402

 

Uppruni: V. U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851

 

Útgávur:

1. V. U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851, s. 68

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band I, Teil 3, s. 247.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 95

Heimild: V. U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851

 

D 402 Gests ríma (Man told about a beautiful girl sends for her and marries her)

Gestur finnur eina hørpu á einum áarbakka. Hann tekur hana við sær og fer á ein garð at biðja um innivist fyri náttina. Konan í húsinum fær mannin, Haka, at drepa Gest. Tey bróta hørpuna sundur, og í henni finna tey eina gentu í dýrum skreyti. Tey kalla hana Kráku og ala hana upp sum egnu dóttur sína. Ragnar leggur at við skipi sínum, og menn hansara fara til húsini hjá Haka at baka breyð. Teir stara at Kráku, meðan breyðið bakar. Tá ið Ragnar hoyrir um gentuna, sendir hann boð eftir henni. Kráka fer út at rópa eftir hundinum hjá sær.

á føroyskum: CCF 3 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020