• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Ríki Álvur

 

CCF 32 B

TSB D 128

 

1 Ein býr jall í Noregi,        

hann eitur ríki Álvur,

níggju hevði hann jalldømi,

øll er hann borin til sjálvur.

 

2 Kristin veks í Miklagarði,

rann har upp sum lilja,

hará legði ríki Álvur

ást og allan vilja.

 

3 Kristin veks í Miklagarði,

rann har upp sum blóma,

hará leggur ríki Álvur

ást og allan sóma.

 

4 Jallin hevði sítt segl á loft,

hann sigldi yvir um fjørð,

festi frúnna Kristina

bæði við góðs og jørð.

 

5 Jallin hevði sítt segl á loft,

hann sigldi millum fjarða,

flutti frúnna Kristina

oman úr Miklagarði.

 

6 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Kristin

niður til strandar leidd.

 

7 Millum báðar stavnarnar

har býðst ein fagur litur,

sum hon frúgvin Kristin

í lyftingini situr.

 

8 Millum báðar stavnarnar

har skín so fagurt á,

sum hann reystur ríki Álvur

frúnni situr hjá.

 

9 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

10 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig reystur ríki Álvur

sínum fótum á land.

 

11 Fyrst steig reystur ríki Álvur

sínum fótum á land,

so hon frúgvin Kristin

upp undir hans høgru hand.

 

12 Tók hann frúnna Kristina,

lyftir á land við sær:

“Gud og milda Maria moy,

hon verði nú við mær!”

 

13 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Kristin

niðan til hallar leidd.

 

14 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Kristin

á berum jørðum ganga.

 

15 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað av hvørji.

 

16 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

ríki Álvur og hans vív.

 

17 Tað er enn sum ofta er,

at dømin fell so víða,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føddi eina moy so fríða.

 

18 Sveipar hon hana í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Sigrið bað hon kalla.

 

19 Barnið varð gingið frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

20 Frúgvin gekk seg við aðrari moy

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi eina moy so balda.

 

21 Sveipar hon hana í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Halgu bað hon kalla.

 

22 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

23 Tað var um ein halgan dag,

sólin skín so víða,

frú Kristin frá kirkju reið,

hon fangaði helsótt stríða.

 

24 Tað var frúgvin Kristin,

talar eitt orð for seg:

Heintið mær riddaran ríka Álv,

biðið hann koma for meg!”

 

25 Inn kom reystur ríki Álvur,

fell pá síni knæ.

Signi Gud teg, ríki Álvur!”

“Hvat viljið tær mær?”

 

26 “Vit hava leingi saman verið

við ást og fullgóð vilja,

nú man at teim stundum líða,

sum vit skulu skiljast.

 

27 Meg bóðu so mangir menn,

kongasynir og sveinar,

tað visti tú, ríki Álvur,

eg hevði teg kæran aleina.

 

28 Meg bóðu so mangir menn,

kongasynir og jallar,

tað visti tú, ríki Álvur,

eg hevði teg kæran for allar.

 

29 Guði befalli eg mínar døtur í vold,

og so teg, ríki Álvur,

ger so væl við moyggjarnar,

borin ert tú til sjálvur!”

 

30 Halga situr á hallargólvi,

leikar við reyðar ringar,

Sigrið stár for móður knæ

búgvin til at springa.

 

31 Halga situr á hallargólvi,

kinn bar hon so bleika:

“Setið meg upp á móður knæ,

har lystir meg at leika.

 

32 Setið meg upp á móður knæ,

har er mín leikalyst!”

Hon gav upp sítt hjartablóð,

og Halgu munn hon kysti.

 

33 Tað var reystur ríki Álvur,

sortnaði sum ein mold,

meiri bitu honum Halgu orð

enn øll hans onnur sorg.

 

34 Prestar og so lærdir menn

brendu tað gula vaks,

ríki Álvur og hirðin øll

vaktu tá til dags.

 

35 Ikki kostaði ríki Álvur

minna til enn tá,

børurnar av reyðargulli

[læt] hann henni slá.

 

36 Børurnar av reyðargulli

læt hann henni gera,

korsið av tí skæra silvur

merkið við at bera.

 

37 Vankar nú ei á stræti,

trummar á manna gongd,

gingin er sjálvur ríki Álvur

undir børustong.

 

38 Eystan fyri kirkjuna,

ið dreingir eyka á fold,

gróvu tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

39 Eystan fyri kirkjuna,

ið dreingir eyka á skara,

dimmur er hesin døkki dagur

niður í mold at fara.

 

40 Ríki Álvur frá kirkju reið,

hann mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir frú Kristinar sál.

 

41 Ríki Álvur frá kirkju reið,

hann mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

alt yvir sítt breiða borð.

 

42 Ríki Álvur døtur eigur,

søgur ganga frá,

ein so høgan gullsal

læt hann báðum slá.

 

43 Ein so høgan gullsal

læt hann báðum slá,

og so góðar gullbreytir

at troða til og frá.

 

44 Hann hevur teim ein sal bygt,

gull er at honum vón,

moyggjar spæla í faðirs garði,

biðlar ríða í tún.

 

45 Har kom Geyti Áslaksson

sunnan um fjørð,

festi frúnna Sigrið

bæði við góðs og jørð.

 

46 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað av hvørji.

 

47 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Geyti og hans vív.

 

48 Tað var um ein halgan dag,

sólin skín so víða,

ríki Álvur frá kirkju reið,

hann fangaði helsótt stríða.

 

49 Tað var reystur ríki Álvur,

fell pá síni knæ:

“Heintið mær Geyta Áslaksson,

biðið hann koma for meg!”

 

50 Inn kom Geyti Áslaksson,

fell pá síni knæ:

“Krist signi teg, ríki Álvur,

hvat viljið tær mær?

 

51 “Sigrið frú hon tær er givin

við góðs og gull og gróti,

tað skal Halga lítla hava

hvønn pening ímóti.

 

52 Sigrið frú hon tær er givin,”

segði ríki Álvur,

“tað skal Halga lítla hava

hvønn pening til hálvu.

 

53 Guði befalli eg mínar døtur í vold,

og so teg, mágur mín Geyti!

Ger so væl við Halgu lítlu,

moy kann koma í treytir!”

 

54 Prestar og so lærdir menn

brendu tað gula vaks,

Geyti ungi og hirðin øll

vaktu tá til dags.

 

55 Ikki kostaði Geyti

minna til enn tá,

børurnar av reyðargulli

læt hann honum slá.

 

56 Børurnar av reyðargulli

læt hann honum gera,

korsið av tí skæra silvur

merkið við at bera.

 

57 Vankar nú ei á stræti,

trummar á manna gongd,

gingin er Geyti Áslaksson

undir børustong.

 

58 Eystan fyri kirkjuna,

ið dreingir eyka skara,

dimmur er hesin dagur í dag

niður í mold at fara.

 

59 Eystan fyri kirkjuna,

ið dreingir eyka á fold,

gróvu tá hitt ljósa lík

niður í døkka mold.

 

60 Eystan for kirkjuna gróvu teir hann,

fyri vestan gróvu teir hana,

tað sprungu to Liljer af begge deres Bryst,

de holdte so væl til saman.

 

61 Eystan for kirkjuna gróvu de ham,

for vestan gróvu de hende,

det sprunge to Liljer af begge deres Bryst

de lode Godvilje kende.

 

62 Geyti reið frá kirkju heim,

mælti ikki mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir ríka Álvins sál.

 

63 Geyti reið frá kirkju heim,

mælti ikki orð,

mangan gleðir hann fátækan

alt ovur sítt breiða borð.

 

64 Tað var Elvar, jalsins son,

hugsar við sær tá:

“Nú skal Halga vera mín frilla,

tó hon ber akslir lág'.”

 

65 Tað var Elvar, jalsins son,

hugsar við sær sjálvum:

Nú skal Halga vera mín frilla,

deyður er ríki Álvur.”

 

66 Tað var Elvar, jalsins son,

læt ikki ráðini tróta,

hann reið út á eini nátt

Halgu sal at bróta.

 

67 Ikki visti Halga lítla

av, fyrr enn tá

brotin var hennara salurin,

á víðum vølli lá.

 

68 Enntá tóktist Halga lítla

vera komin í treyt,

visti sær ikki *svinnri ráð,

hon heitti á mág sín Geyta.

 

69 So var Geyti Áslaksson

Halgu í hjarta kær,

hann gat ikki í ta ringabrynju,

Sigrið honum bar.

 

70 So var Geyti Áslaksson

Halgu í hjarta tekk,

hann gat ikki í ta ringabrynju,

Sigrið honum fekk.

 

71 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínar bardagarnar

skamt frá kongins høll.

 

72 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

73 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

74 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell Elvar, jalsins son,

tann hin raska mann.

 

75 Tá fell Elvar, jalsins son,

undir silkihúgvu,

kinnin var reyð sum hummarsklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

76 Sigrið sakaði sína systur:

“Ónt stóðst av tær, Halga,

mín hin søti er sárum særdur,

deyður er junkarin Elvar.”

 

77 “Gud fyriláti tær, systir mín,

at tú mær um tað kendi,

eg var ikki á londum teim,

honum tey boðini sendi.”

 

78 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sógvu tað mangir menn.

 

79 “Halga hevur einki av jørðum fingið,

hvørki góðs ei garðar,

hevur tú ást til Elvar lagt,

so dyl tað ei, hin væna!”

 

80 “Elvari havi eg unnað væl,

síðan ið eg hann kendi,

bæði við ást og kærleika,

hvørgum okkum til skemdar.

 

81 Elvari havi eg unnað væl,

síðan eg hoyrdi hans navn,

bæði við ást og kærleika,

hvørgum okkum til skamm.

 

82 Elvari havi eg unnað væl

fram fyri aðrar sveinar,

bæði við ást og kærleika,

hvørgum okkum til meina.”

 

83 “Halga, tú skalt Elvar grøða,

eg vá hann við spjóti,

vil hann tær nakrar neisir vinna,

eg eri maður ímóti.”

 

84 Halga tók við Elvari at grøða,

tó tað var henni ímóti,

hon fann undir hans hjartarót

oddin av Geyta spjóti.

 

85 Grøddi hon hann í dagar,

grøddi hon hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

86 Inntil tann hin triðja,

tá fór [hann] í brynju blá,

so gekk hann í hallina inn,

so vænur var garpi at sjá.

 

87 Tað var Elvar, jalsins son,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur *fresta.

 

88 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað av hvørji.

 

89 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív.

gingu bæði í eina song

Elvar og hans viv.

 

90 Gingu bæði í eina song

Elvar og hans vív,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

CCF 32 B

TSB D 128

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók DFS 68, No. 1

 

Útgávur:

1. R. Long: Sandoyarbók I, 1968 s. 1.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 4

 

Heimild: Úr Sandoy. Elsebeth Joensdatter (1765-1842), Sandi, 1821.

 

D 128 Ríki Álvur (Seducer wounded and marries his nurse)

Álvur eigur tvær døtur, Sigrið og Helgu. Sigrid giftist Geyta, og tá ið Álvur liggur á deyðastrá, biður hann Geyta ansa eftir Helgu eisini. Helvar vil hava Helgu til hjákonu sína og brýtur seg inn í svøvnskemmu hennara. Har verður bardagi ímillum Helvar og Geyta, og báðir verða særdir. Helga er um Helvar, til hann er frískur, og síðani ber hann upp bønarorð, og tey verða vígd.

á føroyskum: CCF 32 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020