• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
 

Ríki Álvur

 

CCF 32 C

TSB D 128

 

1 Ríkálvur læt sær snekkju smíða,

breiða millum fjarða,

festi frúnna Kristina

oman av Miklagarði.

 

Glymur dansur í høll,

sláið ring!

Glaðir ríða Norðmenn,

teir hildu várting.

Glymur dansur í høll.

 

2 Ríkálvur læt sær snekkju smíða,

breiða millum fjørð,

festi frúnna Kristina

bæði við gull og jørð.

 

3 Hana bóðu mangir menn,

prestasynir og sveinar,

hon var sær so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

4 Hana bóðu mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var sær so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

5 Tað var enntá Ríkálvur

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Kristina

til ektar festi sær.

 

6 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Ríkálvur og hans vív.

 

7 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

8 Tey vóru saman í nakra tíð,

børn áttu tey eingi,

illa tókti frúnni at,

at hon hevði jallin fingið.

 

9 Tað var frúgvin Kristin,

tekur sítt gull at vitra,

nú er jalsins dóttir fødd,

nevnd er jomfrú Sigrið.

 

10 Tað var frúgvin Kristin

tekur sítt gull at velja,

nú er jalsins dóttir fødd,

nevnd er jomfrú Helga.

 

11 Kristin kembir sínum døtrum hár,

tá var hjartað glatt,

so lýsir hár á herðar teirra,

sum tað var [við] reyðargull lagt.

 

12 Helga situr á móður fangi,

leikar við reyðargullringar,

Sigrið situr á hallargólvi,

næstan av harmi springur.

 

13 Tað var frúgvin Kristin,

talar til ternu sín:

“Gakk mær eftir Ríkálvi,

bið hann koma til mín!”

 

14 Ternan fór, sum flótast mátti,

goymdi væl á orði,

hon kom ikki í hallina,

fyrr enn Ríkálvur sat yvir borði.

 

15 Tað var enntá ternan,

fell upp á síni knæ:

“Tað var frúgvin Kristin,

sendi meg eftir tær.”

 

16 Tí svaraði Ríkálvur,

tykist vera komin í vanda:

“Kanst tú nakað siga mær,

nær søtan skal upp standa?”

 

17 Tí svaraði ternan

flest alt *uttan váða:

“Tó at tú gevur alt vørildar gull,

Gud má fyri øllum ráða.”

 

18 “Ver vælkomin, Ríkálvur,

set teg mær so nær,

halt nú upp á manndóm tín,

hvat dóttur tú hevur kær!”

 

19 “Tað havi eg á bókum vítað,

tað haldi eg enn,

eg haldi Halgu dóttur mína

fyri hvønn livandi mann.”

 

20 “Gud gevi eg mínar døtur í vald,

so teg, Ríki-Álvur,

ger so væl við mínar døtur,

borin ert tú til sjálvur.”

 

21 Tóku teir tað hitt ljósa lík,

løgdu fram á strá,

síðan breiddu teir yvir tað

'teâr Øxunar blaa.'

 

22 Tóku teir tað hitt ljósa lík,

løgdu á tjaldrið reyða,

tá var sipligt í ríkinum,

tá jallin bað sær deyða.

 

23 Gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka mold,

Álvur stóð og sá hará,

hann sortnaði sum ein mold.

 

24 Jallurin reið til hallar heim,

ikki mælti mál,

mangan gleðir hann fátækan

eftir Kristinar sál.

 

25 Hann læt teimum salin gera

rætt sum aðrar moyggjar,

Álvur vil við sínum døtrum

bæði liva og doyggja.

 

26 Hann læt teimum salin gera

við so lítið rúm,

moyggjar vuksu í faðirs garði,

biðlar riðu í tún.

 

27 Sigrið bóðu mangir menn,

kongasynir og jallar,

hon var sær so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

28 Sigrið bóðu mangir menn,

prestasynir og sveinar,

hon var sær so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

29 “Hoyr tú tað, mín sæla dóttir,

tað er mikil vandi,

at tú noktir hvørjum manni,

ið tær býðst til handa.”

 

30 Tí svaraði Sigrið,

svarar sín faðir ígegn:

“Hann man ikki koma í dag,

ið mær man lova enn.

 

31 Elvari havi eg unnað væl,

síðan eg hann kendi,

bæði við ást [og] kærleika,

hvørgum okra til skemd.”

 

32 Tað var enntá Geyti,

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Sigrið

til ektar festi sær.

 

33 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Geyti og hans vív.

 

34 Ríkálvur fór á skógvin burt,

burtur frá síni dóttur,

hann kom aftur á kvøldi heim,

tá hitti hann heljarsótt.

 

35 Hann kom aftur á kvøldi heim,

tá hitti hann heljarsótt,

snarliga læt hann boðini gera

eftir mági og síni dóttur.

 

36 “Vælkomin, mágur mín Geyti,

set teg mær so nær,

meðan eg vísi mínum døtrum

alt mítt gull og fæ!

 

37 Sigrið havi eg úr garði gift

við gull og ei við gróti,

hava skal Helga, dóttir mín,

hvønn pening ímóti.

 

38 Sigrið havi eg úr garði gift

við gull og reina fæ,

hava skal Helga, dóttir mín,

hvønn pening við teg.

 

39 Gud gevi eg mínar døtur í vald,

so teg, mágur mín Geyti,

ger so væl við Helgu,

tá hon kemur í treyt!”

 

40 Tóku teir tað hitt ljósa lík,

løgdu fram á strá,

síðan breiddu teir yvir tað

'taâr Øxunar blaa.'

 

41 Tóku teir tað hitt ljósa lík,

løgdu á tjaldið reyða,

tá var ljótt í høllini,

tá Geyti bað sær deyða.

 

42 Gróvu teir tað hitt ljósa lík

niður í døkka fold.

Geyti stóð og sá hará.

hann sortnaði sum ein mold.

 

43 Tí svaraði junkarin Elvar:

“Man eg ráða mær sjálvur,

nú skal Helga [mín] frilla vera,

deyður er Ríki-Álvur!”

 

44 Tí svaraði ein av sveinunum,

mundi væl dreingir kenna:

“Áðrenn tú hana til frillu hevur,

sveitkast tær um enni.”

 

45 “Hon hevur ikki í hesum landi

frænda ella mágir,

tí skal Helga mín frilla vera,

tí hon ber akslir lágar.”

 

46 Tað var junkarin Elvar,

læt ei ilsku tróta,

hann reið til á eini nátt

Helgu sal at bróta.

 

47 Ikki visti Helga

av, fyrr enn tá

allur hennara salurin

á grønum vølli lá.

48 Geyti átti heykin tann,

ið árla mundi gala,

tá hann visti herin

at borgini fara.

 

49 So var hann Geyti

til síni klæði fús,

klæddi seg innan hallina

alt við eitt kertiljús.

 

50 So var hann Geyti

til síni klæði kekk,

mintist ei til sína ringabrynju,

Sigrið honum fekk.

 

51 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

settu sínum bardøgum

so skamt frá Geyta høll.

 

52 Bardust tógvar fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann.

 

53 Inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann,

tá fall junkarin Elvar,

tann hin raski mann.

 

54 Sigrið snakkar við systur sína:

“Ilt stóðst av tær, Helga,

mín søti er sárur gjørdur,

deyður er junkar Elvar.”

 

55 Hann hevði upp sína høgru hond,

hann gav henni høgg á kinn:

“Skamm fái tú, leiða kona,

tú sakaði systur tína!

 

56 Helga, tak tær hann at grøða,

lagdur er hann við spjóti,

vil hann tær nakrar neisir gera,

eg eri maður ímóti!”

 

57 Helga tók sær hann at grøða,

mangt var henni ímóti,

hon fann undir hjarta hans

odd av Geyta spjóti.

 

58 So grøddi hon Helga

tað grúiliga sár,

triðja dag í fjórðu viku

fór hann í brynju blá.

 

59 Triðja dagin í fjórðu viku

fór hann í brynju blá,

so varð hann leiddur í hallina inn,

so vænur var garpur at sjá.

 

60 Tað var junkarin Elvar

fell upp á síni knæ,

meðan hann frúnna Sigrið

til ektar festi sær.

 

61 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Elvar og hans vív.

 

62 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin,

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

63 Mangar eru á Upplondum

konga døtur og jalla,

tó ber Helga, dóttir Álvs,

blóman yvir allar.

 

Glymur dansur í høll,

sláið ring!

Glaðir ríða Norðmenn,

teir hildu várting.

Glymur dansur i høll.

 

CCF 32 C

TSB D 128

 

Handrit:

 

Kvæðabók hjá Hans Paula Johan-Petersen í Sandvík II nr. 12, 1837. Føroya Landsbókasavn

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 9

 

Heimild: Úr Suðuroy. Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), føddur í Sandvík.

 

D 128 Ríki Álvur (Seducer wounded and marries his nurse)

Álvur eigur tvær døtur, Sigrið og Helgu. Sigrid giftist Geyta, og tá ið Álvur liggur á deyðastrá, biður hann Geyta ansa eftir Helgu eisini. Helvar vil hava Helgu til hjákonu sína og brýtur seg inn í svøvnskemmu hennara. Har verður bardagi ímillum Helvar og Geyta, og báðir verða særdir. Helga er um Helvar, til hann er frískur, og síðani ber hann upp bønarorð, og tey verða vígd.

á føroyskum: CCF 32 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020