• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ellindur bóndi á Jaðri

 

Ellindur bóndi á Jaðri

 

CCF 45 B

TSB D 368

 

1 Ellindur bóndi á Jaðri eystur

hann er av kongakyni,

væl er hann til barna borin,

*tríati eigur hann synir.

 

Glymur dansur í høll,

dans sláið i ring!

Glaðir ríða Norðmenn

at halda várting.

 

2 Tríati eigur hann synir sær,

annaðslíkt eru døtur,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

hann býður tey út í bøtur.

 

3 Ellindur bóndi á Jaðri eystur,

tað munnu flest øll sanna,

væl er hann til barna borin,

tríati eigur hann manna.

 

4 Skortar hvørki skrúður ei lín,

ei tað silvurið brenda,

tríati hevur hann skattir hildið,

kongi burdi at senda.

 

5 Skortar hvørki skrúður ei lín,

ei tað silki mjúka,

tríati hevur hann skattir hildið,

kongi burdi at lúka.

 

6 Tað var signaður Ólavur kongur,

talar við sínar dreingir:

”Ellindur bóndi á Jaðri eystur

hevur hildið mín skatt so leingi.

 

7 Ellindur bóndi á Jaðri eystur

gevur mær ongan skatt,

tað er íðum fyri mær greint,

at tørvin býður mangt.”

 

8 Svaraði Jákup erkubisp,

gull ber seg á hand:

”Hvat skulu vit við skipum fara

ella yvir land?

 

9 Hvat skulu vit við skipum fara

ella yvir land?

Vil hann ikki skattin geva,

vit taka hann yvir við vold.”

 

10 Kongurin krevur sín sendisvein,

klæðir hann væl í skrúður:

”Fyrr royndi eg teg á øllum lutum,

tú hevur verið mær trúur.”

 

11 Hann var fimur á fótunum,

ið tey boðini bar

haðan og á Jaðar eystur,

sum Ellindur bóndi var.

 

12 Hvørki fekk tað sendiboð

dag ella nætur ró,

fyrr enn hann kom á Jaðar eystur,

sum Ellindur bóndi *bjó.

 

13 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ellindur bóndi á beinki sat

við *tríati synir sín.

 

14 Sveinin so til orða tekur

við alskyns mekt og meingi:

”Hvat vilt tú, bóndin, svara mær til,

tú hevur hildið tann skatt so leingi?”

 

15 Tað svaraði Ellindur bóndi

av so góðum treysti:

”Eg skal finna mín veldiga harra

á hesum sama heysti.

 

16 Eg havi honum av skatti alið

tríati synir boldar,

góðsið hans og lívið mítt

tað stendur í hansara voldi.”

 

17 Aftur loypur sendisvein

á sín góða hest,

so reið hann til  Tróndheim norður,

som føtur bera best.

 

18 ”Ver vælkomin, sendisvein,

aftur nú til mín!

Hvussu tók hann Ellindur bóndi

við orð og boðum mín?”

 

19 ”Tað svaraði Ellindur bóndi

av so góðum treysti,

hann skuldi finna sín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

20 Ellindur letur snekkju smíða

við alskyns mekt og prýði,

hann hevði ongan í sítt skip

uttan tríati synir sínar.

 

21 Gingu teir til strandar oman

*tríati brøður reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir loystu knørr úr neysti.

 

22 Summum gav hann skrúður og lín,

summum gull og fæ,

summum gav hann dýrskinn,

teir vundu segl í træ.

 

23 Summum gav hann gull og fæ,

summum silvurnokk,

summum gav hann dýrskinn,

teir vundu segl í topp.

 

24 Vant hann upp síni silkisegl

við so nýtum orðum,

strykar ei á bunkan niður

fyrr [enn] við Tróndheim norður.

 

25 Vant hann upp síni silkisegl

við trá og tungum mein,

tá var hann í døplum hug,

hann sigldi til Tróndheim.

 

26 Tað var signaður Ólavur kongur

út um vindeygað sá:

”Hvaðan er handa gylta skeið,

higar stevnir á?”

 

27 Svaraði Jákup erkubisp,

honum stóð so nær:

”Hatta man vera tann skattakongur.

kemur at vitja vár.”

 

28 Tí svaraði Ólavur kongur,

talar til dreingir góðar:

”Tit skulu fara til strandar oman

gestunum heim at bjóða.”

 

29 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

30 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ellindur bóndi

sínum fótum á land.

 

31 Fyrstur Ellindur bóndi stígur

sínum fótum á land,

so hann Jóan jarnlegg

undir hans høgru hand.

 

32 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

33 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Ólavur kongur yvir borði

sat við monnum hundrað fimm.

 

34 Svaraði Jóan jarnlegg:

”Nú eykst meiri vandi.

Latið ikki mín gamla faðir

so leingi fyri borði standa!”

 

35 Kongurin so til orða tók

við alskyns mekt og meingi:

”Hvat vilt tú, bóndin, svara mær til,

tú hevur hildið mín skatt so leingi?”

 

36 ”Eg havi tær við skatti alið

tríati synir giftar,

til tess eri eg higar komin

kjósir við teg at skifta.

 

37 Eg havi tær við skatti alið

tríati synir boldar,

góðsið títt og lívið mítt

tað stendur í tygara voldi.”

 

38 Kongurin talar til skeinkjaran

alt for uttan ekka:

”Skonk teim vín í vegligt horn,

lat teir sita og drekka!”

 

39 Tað var reystur Ellindur bóndi,

varð glaður við tað orð,

hann skeyt fyri seg riddaraskildri,

hann steig yvir kongins borð.

 

40 Ólavur kongur til orða tekur

við alskyns mekt og prýði:

”Hvat skulu vit til skemtan hava,

hesi jólini líða?”

 

41 Svaraði Jákup erkubisp,

fell so væl í tíma:

”Tað er siður í várum landi

at standa jólaglímur.

 

42 Tað var Jóan jarnlegg,

talar til Tambarskeggi

og hann Torstein bróður sín:

”Vit kluvum várar seggir!

 

43 Ormar sterki og Tambarskeggi

sprungu upp á gólv,

tað er mær av sonnum sagt,

teir stóðu syftur tólv.

 

44 Tað var signaður Ólavur kongur,

heldur sær á gamni:

”Ormar ungi og Tambarskeggi,

tykist mær, eru javnir.

 

45 Helvtin skal vera í ríki mínum,

bóndin, av synum tínum,

helvtin skal fara á Jaðar eystur

at gleða móður sína.”

 

46 Harra Krist signi ta móður góð,

tílíkar synir ár,

teir kastaðu svørð og herklæði

og so tær brynjur blá.

 

47 Ellindur klæðist árla morgun,

gekk honum væl í hand,

tað var sjálvur Ólavur kongur,

hann fylgdi honum [til] strand.

 

48 Vant hann upp síni silkisegl

bæði við gleði og gleim,

tá var hann í huga glaður,

hann sigldi til landið heim.

 

49 Vant hann upp síni silkisegl,

tá var byrur bestur,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Jaðar eystur.

 

50 Út kom Halga húsproya,

bæði von og vitur:

”Hatta er ikki Tambarskelvir,

í lyftingini situr.”

 

51 Út kom Halga húsproya,

stígur av stinnum alvi:

”Tað sær eg á skipinum,

at deyður er Tambarskelvir.”

 

52 Klæðir hon sínar moyggjarnar

við svørð og brynju síða:

”Tit skulu fara til strandar oman

mót Ólavi kongi at stríða.”

 

53 Klæðir hon sínar moyggjarnar

við svørð og brynju reyða:

”Tit skulu fara til strandar oman,

tí Tambarskelvir er deyður.”

 

54 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ellindur bóndi

sínum fótum á land.

 

55 Fyrstur stígur Ellindur bóndi

sínum fótum á land,

tá var Halga húsproya

riðin niður til strand.

 

56 Lyfti hann av teim kápu blá,

geislin tók at brenna,

tá rann teimum gleði í hug,

tá hvørt ræð annað at kenna.

 

Glymur dansur í høll,

dans sláið í ring!

Glaðir ríða Norðmenn

at halda várting.

 

CCF 45 B

TSB D 368

 

Handrit: Jóhannes Clementsen: Hentzasavn (Ny kgl. Saml. 1954, 4° Nr. 3), 1819. Jóhannes Clementsen Sandoyarbók (Dansk Folkemindesamling 68) Nr. 67, 1825

 

Útgávur:

1. Ársbók Førja bókafelags, 1900 s. 82

2. A.C. Evensen: „Kvæðabók I“ s. 124. Givið út hevur Hitt føroyska bókmentafelagið, 1910

3. Christian Matras legði til rættis: „Svabos Færøske Visehåndskrifter“, 1937-39 s. 317

4. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982 s. 209. Rikard Long greiddi til útgávu.

5. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 123.

6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis  og skrivaði inngang, s. 131,  Fróðskapur 2011

 

Heimild: Úr Sandoy: Thomas Hansen, Tummas á Trøðini (1782 -1867 ), Skálavík, 1825.

 

 

 

D 368 Ellindur bóndi á Jaðri (Man offers his sons as payment of taxes)

Ellindur eigur tríati synir, men hann hevur ikki rindað skatt í tríati ár. Kongur er argur og sendir boð eftir honum. Ellindur kemur við øllum synunum. Hann greiðir frá, hvussu hann í staðin fyri at rinda skatt hevur búgvið tríati synir út, og nú bjóðar hann kongi teir. Kongur tekur við, men er nøgdur, fær hann fimtan teirra.

á føroyskum: CCF 45 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020