• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ellindur bóndi á Jaðri

 

Ellindur bóndi á Jaðri

 

CCF 45 D

TSB D 368

 

1 Ellindur bóndi á Jaðar eystur,

flest øll munnu sanna,

væl er hann til barna borin,

tríati eigur hann manna.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

blíðir renna byrir millum borða.

 

2 Ellindur bóndi á Jaðar eystur,

komin av kongakyni,

væl er hann til barna borin,

tríati eigur hann synir.

 

3 Tríati eigur hann synir av sær,

annaðslíkt av døtrum,

eg svørji tann eið á mína trú,

hann býður oss ikki bøtur.

 

4 Hvørki kortar hann skrúður ei lín,

ei tað silvurið ný,

tríati hevur hann skattir hildið,

kongi burdi ei bíða.

 

5 Hvørki kortar hann skrúður ei lín,

ei tað silvurið brenda,

so hevur hann skatti hildið,

kongi burdi at senda.

 

6 Tí svaraði Ólavur kongur

við sítt elvargeingi:

”Ellindur bóndi á Jaðar eystur

heldur mín skatt so leingi.

 

7 Ellindur bóndi á Jaðar eystur

gevur mær ongan skatt,

tað er ýtum fyri mær greint (!),

at tørvin býður mangt.”

 

8 Tí svaraði Ólavur kongur

í fyrsta orði tá:

”Tit skulu heinta mær skattin inn

í hetta sama ár.”

 

9 Svaraði signaður Ólavur kongur

av so góðum treysti:

”Tit skulu heinta mær skattin inn

á hesum sama heysti.”

 

10 Svaraði Turpin erkabisp,

gull bar sær á hand:

”Hvat skulu vit við skipum fara

ella yvir land?

 

11 Hvat skulu vit við skipum fara

ella yvir lond?

Vil hann ikki skattin geva,

vit taka hann ovur við vold.”

 

12 SvaraSi signaður Ólavur kongur,

hann svør á sína list:

”Eg skal senda mín lítin svein

at bera honum boðini fyrst.”

 

13 Sá var fimur á fótunum,

ið boðini skuldi bera,

øll letur hann klæði hans

við rósur og liljur skera.

 

14 Ikki fekk tann sendisvein

dag ella nætur hvílu,

fyrr enn hann kom á Jaðar eystur,

sum Ellindur drakk vín.

 

15 Ikki fekk tann sendisvein

dag ella nætur ró,

fyrr enn hann kom á Jaðar eystur,

sum Ellindur drakk bjór.

 

16 Úti i miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn.

 

17 Og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn,

sum Ellindur bóndi á borði situr

við tríati synum sínum.

 

18 Ellindur leyp um borðið fram

við silvurskál í hendi:

”Krist signi tíni eygun tvá,

so hann, ið teg higar sendi!”

 

19 Tí svaraði sendisvein

við sítt elvargeingi:

Hvat vilt tú, bóndin, svara mær til,

tú heldur mín skatt so leingi?”

 

20 Eg havi honum við skatti alið

tríati synir baldar,

góðsið hans og lívið mítt

tað stendur til hans at valda.

 

21 Eg havi honum við skatti alið

tríati synir giftar,

góðsið hans og lívið mítt

tað stendur til hans at skifta.”

 

22 Tí svaraði Ellindur bóndi

av so góðum treysti:

”Finna skal eg mín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

23 Ikki fekk tann sendisvein

dag ella nætur hvílu,

fyrr enn hann kom í 'Tróndheim norður,

sum Ólavur drakk vín.

 

24 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn.

 

25 Og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn,

sum Ólavur kongur á borði situr

við manna hundrað fimm.

 

26 ”Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín!

Hvussu tók hann Ellindur bóndi

við ørindunum tín?”

 

27 ”Hann hevur tygur við skatti alið

tríati synir baldar,

góðsið títt og lívið hans

tað stendur til tygur at valda.

 

28 Mær svaraði Ellindur bóndi

av so góðum treysti:

finna skal hann sín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

29 So letur hann Ellindur bóndi

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

30 Reyðir ringar av reyðargulli

í hans homlum var,

skoytir ikki, hvar ið hann siglir

nátt ella ljósan dag.

 

31 Ímillum báða stavnanna

har brá so fagur litur,

so er uppi í lyftingini,

sum Tambarskeggi situr.

 

32 Ellindur letur av lunni ganga

eina forgylta skeið,

kvittar so í Tróndheim norður

ta hina longu leið.

 

33 Inn kom tann hin lítin svein,

sigur teimum frá:

”Hvaðan er handa forgylta knørra(!),

ið higar stevnir á?”

 

34 Svaraði Turpin erkabisp,

sá út um vindeygað skeið:

”Hatta man vera tann skattabóndi,

leingi hevur ligið á leið.”

 

35 Enntá var tað Ellindur bóndi,

bliknaði føgur kinn,

tá kom honum sorg í huga,

hann sigldi á ríkið inn.

 

36 'Tegar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

37 Letur hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fóti á land.

 

38 Fyrstur steig [hann] Ellindur bóndi

sínum fóti á land,

og hann Jóan jarnlegg

undir hans høgru hond.

 

39 Tað var signaður Ólavur kongur,

talar til sín svein:

”Tú skalt fara til strandar oman

at bjóða gestunum heim.”

 

40 Tað var tann hin lítin svein,

hann sló tað í ein gleim:

”Tað er signaður Ólavur kongur,

býður tykkum øllum heim.”

 

41 Ellindur gekk frá strondum niðan,

var hann við ærum klæddur,

reyðargullhjálm á høvdi bar,

hann var fyri mongum ræddur.

 

42 Enntá var tað Ellindur bóndi,

reikar hann um so víða,

reikar hann tá um Postolakirkju,

í hallina kom hann síðla.

 

43 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn.

 

44 Og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn,

sum Ólavur kongur á borði situr

við manna hundrað fimm.

 

45 Svaraði Jóan jarnlegg,

tyktist komin í vanda:

Latið ikki vár gamla faðir

so leingi for borði standa!”

 

46 Tað var Jóan jarnlegg,

hann talar til Tambarskeggja

og hann Torstein, bróður sín:

”Vit hvessum várar eggjar!”

 

47 Tað var signaður Ólavur kongur,

hevði ikki fleiri orð:

”Tú ver vælkomin, Ellindur bóndi,

stíg yvir breiða borð!”

 

48 Tað var hin ungi Tambarskeggi,

hann fremdi tað, hann vildi,

setti sín faðir yvir borð

á reyðum riddaraskildri.

 

49 Svaraði signaður Ólavur kongur

væl í góðan tíma:

”Hvat skulu vit til skemtan hava,

hesi jólini líða?

 

50 Hvat skulu vit til skemtan hava,

bóndi, av synum tínum?”

”Torstein og hann Tambarskeggi

standa javnir at glíma.”

 

51 Torstein ungi og Tambarskeggi

sprungu upp á gólvið,

tað var mær av sanni sagt,

teir stóðu syftur tólv.

 

 

52 ”Helvtin hon skal eftir vera,

bóndin, av synum tínum,

helvtin skal fara á Jaðar eystur

at gleða móður sína.”

 

53 Ellindur gekk til strandar oman

í silkikneptari húgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

54 Enntá var tað Ellindur bóndi,

lætnaði sorg og sút,

tá kom honum gleði í hug,

hann sigldi av ríki út.

 

55 Vinda upp síni silkisegl

ríkir menn og reystir,

stryka ikki á bunka niður

fyrr enn við Jaðar eystur.

 

56 Út kemur Helga hústrúin,

møðig fellir hon tár:

”Hatta er ikki knørran tann(!),

ið hiðani fór í ár.”

 

57 Út kemur Helga hústrúin,

hon er bæði hyggin og vitur:

”Hatta er ikki Tambarskeggi,

í lyftingini situr.”

 

58 Út kemur Helga hústrúin,

hon stígur á stinnar leggir:

”Tað síggi eg á hesari ferð,

at deyður er Tambarskeggi.”

 

59 Tekur hon allar moyggjarnar,

klæðir tær væl í skrúð:

”Tit skulu fara til strandar oman

mót Ólav kongi at stríða.”

 

60 Tegar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

letur hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

61 Letur hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fóti á land.

 

62 Tá var gleði á Jaðar eystur,

njóskurin tók at brenna,

tá kom teimum gleði í hug,

tá ið hvørt ræð annað at kenna.

 

63 Helga eitur hústrúin,

ið móðir er at øllum,

eyðkendir eru garparnir,

ið hvar ið teir standa á vølli.

 

Nú siglir edilingur av Noreg,

blíðir renna byrir millum borða.

 

CCF 45 D

TSB D 368

 

Handrit: Úr savni Jakob Jakobsens 1904 (Føroya Amts Bókasavn t.e. Føroya Landsbókasavn)

 

Útgávur:

1. Ársbók Førja bókafelags, 1900 s. 82

2. A.C. Evensen: „Kvæðabók I“ s. 124. Givið út hevur Hitt føroyska bókmentafelagið, 1910

3. Christian Matras legði til rættis: „Svabos Færøske Visehåndskrifter“, 1937-39 s. 317

4. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982 s. 209. Rikard Long greiddi til útgávu.

5. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 123.

6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis  og skrivaði inngang, s. 131,  Fróðskapur 2011

 

Heimild: Úr Suðuroy: Niclas Jakob Mikkelsen, Niklas undir Fossi (1823-1907), Sumba 1904.

 

D 368 Ellindur bóndi á Jaðri (Man offers his sons as payment of taxes)

Ellindur eigur tríati synir, men hann hevur ikki rindað skatt í tríati ár. Kongur er argur og sendir boð eftir honum. Ellindur kemur við øllum synunum. Hann greiðir frá, hvussu hann í staðin fyri at rinda skatt hevur búgvið tríati synir út, og nú bjóðar hann kongi teir. Kongur tekur við, men er nøgdur, fær hann fimtan teirra.

á føroyskum: CCF 45 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020