• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ellindur bóndi á Jaðri

 

Ellindur bóndi á Jaðri

 

CCF 45 E

TSB D 368

 

1 Ellindur bóndi á Jaðri eystur

hann er av kongakyni,

væl er hann til barna borin,

tríati eigur hann synir.

 

Nú siglir Ellindur at Noreg,

blíðir renna byrar millum borða,

nú siglir Ellindur at Noreg.

 

 

2 Tríati eigur hann synir av sær,

annaðslíkt av døtur,

tað var mær av sonnum sagt,

hann beyð teir út í bøtur.

 

3 Hvørki skattar hann skrúð ella lín,

skattin til at rinda,

tríati hevur hann skattar hildið,

kongi burdi at senda.

 

4 Tí svaraði Ólavur kongur

við alskyns spekt og meingi:

”Ellindur bóndi á Jaðri eystur

hann heldur skatt so leingi.”

 

5 Tí svaraði Ólavur kongur

av so miklum treysti:

”Finna skal eg tann skattabónda

á hesum sama heysti.”

 

6 Svaraði Sjúrður erkabispur,

gull bar sær á hand:

”Hvat skulu vit við skipum fara

ella yvir land?”

 

7 Tí svaraði Ólavur kongur:

”Tað skal vera vist,

eg skal senda mín lítin svein

á Jaðar eystur fyrst.”

 

8 Sendisvein leyp í saðilin upp

sum ein leysur logi,

studdi seg hvørki við skjøld ella svørð

og ei við saðilbuga.

 

9 Sendisvein fór, sum fljótast mátti,

goymdi væl at orði,

hann kom ikki á Jaðar eystur,

fyrr enn bóndin sat yvir borði.

 

10 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

11 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ellindur bóndi á borði sat

við tríati synum sín.

 

12 ”Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

13 ”Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.”

 

14 Tí svaraði sendisvein

við alskyns spekt og meingi:

”Hvat vilt tú, bóndi, svara mær til,

tú heldur tann skatt so leingi?”

 

15 Bóndin so til orða tekur

av so góðum treysti:

”Finna skal eg mín veldiga harra

á hesum sama heysti.”

 

16 So letur hann Ellindur bóndi

búgva skipum sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

17 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín,

hann hevði ongan innan borða

uttan tríati synir sínar.

 

18 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

19 Bóndin læt av lunni ganga

eina forgylta skeið,

sigldi so í 'Tróndheim norður

ta hina longu leið.

 

20 Vindur hann upp síni silkisegl,

sigldi út í hav,

aktar hann ikki, hvat ið hann siglir

nátt ella ljósan dag.

 

21 So siglir hann Ellindur bóndi,

mangt kom honum í sinn,

tá kom honum sorg í huga,

hann sigldi for ríkið inn.

 

22 Sveinur var á smaluheiði,

savnaði smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

23 Sveinur savnar smalurnar

saman á grønan vøll,

og so akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

24 Og so akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

”Eg eri mær av einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

25 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

26 ”Sært tú skip eftir havi koma,

higar stevna á,

tað man vera Ellindur bóndi,

kemur at vitja vár.”

 

27 Tað var signaður Ólavur kongur,

út um vindeygað neig:

”Hatta má vera tann skattabóndi,

leingi hevur ligið á leið.”

 

28 Tí svaraði Jógvan jarnlegg,

hann tyktist vera komin í vanda:

”Hví letur tú mín sæla faðir

so leingi for borði standa?”

 

29 Tegar ið hansara snekkja

kennir fagurt land,

letur hann sini ankør falla

á tann hvita sand.

 

30 Letur hann síni ankør falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fótum á land.

 

31 Fyrstur steig hann Ellindur bóndi

sínum fótum á land,

og hann Jógvan jarnlegg

undir hans høgru hand.

 

32 Ganga teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

33 Ganga teir frá strondum niðan,

vóru við ærum klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

tá vóru teir ongan ræddir.

 

34 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

35 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Ólavur kongur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

36 Tí svaraði Ólavur kongur

við alskyns spekt og meingi:

”Hvat vilt tú, bóndi, svara mær til,

tú heldur mín skatt so leingi?”

 

37 ”Eg havi tygara skatti hildið,

tríati synir uppalið,

lívið mítt og góðsið títt

tað er í tygara vali.

 

38 Eg havi mær við skatti uppalið

tríati synir giftar,

til tess eri eg higar komin,

at vit skulu kjósir skifta.”

 

39 Tí svaraði Jógvan jarnlegg,

hann talar til Tambarskeggi

og hann Torstein bróður hans:

”Vit hvessum várar eggjar!”

 

40 Tí svaraði Ólavur kongur,

hann hevði ikki fleiri orð:

”Ver vælkomin, mín veldigi bóndi,

stíg fram yvir borð!”

 

41 Drekka teir í Tróndheim norður

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín,

glaðir á hvørjum sinni.

 

42 ”Hvat skulu vit til skemtan hava,

hesi jólini líða?

Hvat skulu vit við knútum kasta

ella javnir glímast?”

 

43 Einar ungi og Tambarskeggi

stigu upp á gólv.

tað er mær av sonnum sagt,

at hvør stóð syftur tólv.

 

44 Tí svaraði Ólavur kongur,

heldur sær á gamni:

”Torstein ungi og Tambarskeggi

haldi eg vera javnar.

 

45 Helvtin skal eftir í ríkinum vera,

bóndin, av synum tínum,

helvtin skal fara á Jaðar eystur

at gleða móður sína.”

 

46 Ganga teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

47 Ganga teir til strandar oman,

vóru við ærum klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

tá vóru teir ongan ræddir.

 

48 Vindur hann upp síni silkisegl,

hvørki við sorg ella sút,

tá var honum gleði í huga,

hann sigldi for ríkið út.

 

49 Vinda teir upp síni silkisegl,

ríkir menn og reystir,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Jaðar eystur.

 

50 Út kemur Halga húsfrúa,

stígur á stinnar leggir:

”Tað síggi eg á hesi ferð,

deyður er Tambarskeggi.”

 

51 Út kemur Halga húsfrúa,

møðigt fellir tár:

”Hatta er ikki knørrin tann,

ið hiðani fór í vár.”

 

52 Út kemur Halga húsfrúa,

bæði hyggin og vitur:

”Hatta er ikki Tambarskeggi,

í lyftingini situr.”

 

53 Allar klæðir hon moyggjarnar

í skrúð og hvíta lín,

sendi tær so til strandar oman

mót Ólavi kongi at stríða.

 

54 Allar klæddi hon moyggjarnar,

oman til strandar rendi,

vendu aftur á miðjari leið,

tá ið tær fólkið kendu.

 

55 Halga eitur húsfrúa,

ið móðir er at øllum,

eyðkendir eru garparnir,

hvar ið teir ríða á vøllum.

 

Nú siglir Ellindur at Noreg,

blíðir renna byrar millum borða,

nú siglir Ellindur at Noreg.

 

CCF 45 E

TSB D 368

 

Handrit: Kvæðasavn hjá Hans Paula Johan-Petersen II Nr. 7 (Føroya Amts Bókasavn t.e. Føroya Landsbókasavn)

 

Útgávur:

1. Ársbók Førja bókafelags, 1900 s. 82

2. A.C. Evensen: „Kvæðabók I“ s. 124. Givið út hevur Hitt føroyska bókmentafelagið, 1910

3. Christian Matras legði til rættis: „Svabos Færøske Visehåndskrifter“, 1937-39 s. 317

4. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982 s. 209. Rikard Long greiddi til útgávu.

5. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 123.

6. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis  og skrivaði inngang, s. 131,  Fróðskapur 2011

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), føddur í Sandvík. Skrivað í 1837.

 

D 368 Ellindur bóndi á Jaðri (Man offers his sons as payment of taxes)

Ellindur eigur tríati synir, men hann hevur ikki rindað skatt í tríati ár. Kongur er argur og sendir boð eftir honum. Ellindur kemur við øllum synunum. Hann greiðir frá, hvussu hann í staðin fyri at rinda skatt hevur búgvið tríati synir út, og nú bjóðar hann kongi teir. Kongur tekur við, men er nøgdur, fær hann fimtan teirra.

á føroyskum: CCF 45 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020