• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Frúgvin Espalín

 

Frúgvin Espalín

 

CCF 46 B

TSB D 11

 

1 Eina veit eg rímuna,

meg man rætt um minna,

um hana frúnna Espalín,

tó hon var ein kvinna.

 

Rennur og rennur foli mín á grønari grund,

mín ber reyða lund,

stíg í dans um stund,

kátur leikar foli mín á grønari grund.

 

2 Eingin kann siga forlag sítt,

so leingi hann er á lívi,

mangur er fallin ófeigur

fyri hvøssum slíðraknivi.

 

3 Torbjørn gekk seg haðan burt,

vil eg fyri tær tína,

hann vá bóndan í Hoyløðu

við níggju hans kallar sínar.

 

4 Hann vá bóndan í Hoyløðu

við sínar húskallar níggju,

eftir er frúgvin Espalín,

hon hevur ternur tríggjar.

 

5 Frúgvin yvir borði situr,

leitar við ternur ráð:

”Hvør skal nú fyri ríki ráða,

faðir er fallin frá?

 

6 Frá mær er fallin faðir og móðir,

bróðir misti ond,

eg havi ongan forlagsmann

at verja míni lond.”

 

7 Svaraði hennara ternan,

ydrum greinir frá:

”Vel tær ein úr vørildar heim

fyri tínum ríki at stá!

 

8 Hoyr tað, frúgvin Espalín,

lætta av angist og vanda,

vel tær ein úr vørildar heim

fyri tínum ríki at standa!”

 

9 ”Tær gevi eg mentir góð,

gyltan, reyðan ring,

veitst tú nakran á Suðurlondum

vera mín javning.”

 

10 ”Tað býr ein svein í Eysturlondum,

gjørdur av góðum treysti,

hann er eingin í Ílints ríki,

situr við hann á hesti.

 

11 Tað býr ein svein í Eysturríki,

hann er so mensk ein mann,

hann er eingin í Ílints ríki,

yvir gongur hann.”

 

12 Svaraði henda ternan,

steig um borðið fram:

”Hoyr tað, frúgvin Espalín,

Elvar eitur hann!”

 

13 Frúgvin so til orða tekur,

læt síni orð so inna:

”Heinta mær higar bróður tín,

sig, eg vil hann finna!”

 

14 Ternan gekk av durunum

alt fyri uttan sorg,

so gekk hon í hulda høll,

sum bróðir sat í borg.

 

15 Svaraði henda ternan,

læt síni orð so inna:

”Tað er frúgvin Espalín,

hon sigur, hon vil teg finna.”

 

16 Sveinin gekk av durum út,

hann leyp á gangara reyð,

riðu so í Hoyløðu

sælu systkin tvey.

 

17 Sveinin so til orða tekur,

tá hann stóð í borg:

”Hví eru tygur, frúva, bleik,

[hvør] elvir frúvu sorg?”

 

18 ”Frá mær er fallin faðir og móðir,

so míni systkin fimm,

ei er tað so undarligt,

um eg beri bleika kinn.

 

19 Frá mær er fallin faðir og móðir,

bróðir misti ond,

eg havi ongan forlagsmann

at verja míni lond.

 

20 Frá mær er fallin faðir og móðir,

bróðir misti anda,

eg havi ongan forlagsmann

fyri mínum ríki at standa.”

 

21 ”Frúgvin læt tær skriva bræv

sent yvir land við mær,

eg skal ikki svíkja teg,

heldur enn eg var faðir at tær.”

 

22 Frúgvin setist at skriva bræv,

við flættum niður um herðar,

sveinin sá á frúnnar hond,

hon kundi væl bókstav gera.

 

23 Frúgvin setist at skriva bræv,

aktaði seym við nál,

hvørt eitt orð, sum skrivað stóð,

fell sum rúnarmál.

 

24 ”Tær gevi eg mentir góð,

gullring á tín hand,

tú skalt vera mín sendisvein

suður á Eysturland.”

 

25 Sveinin tók við loynibrævi,

leyp á gangara reyð,

so reið hann yvir dalar og fjøll,

rætt sum fuglur fleyg.

 

26 Tað var hesin sendisvein,

heim í garðin fór,

úti frægur Elvar ungi

fyri honum stóð.

 

27 ”Ver vælkomin, sendisvein,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

28 ”Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvu minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.”

 

29 Tað var hesin sendisvein,

hann læt tann leik av hendi:

”Her hevur tú eitt loynibræv,

ið Espalín tær sendi.”

 

30 So læt hann tað signetið upp

við so mikið teiti,

har las hann, sum skrivað stóð,

var glaður við orð og eiti.

 

31 ”Gakk tú teg í skálan inn,

glaður at drekka vín!

í morgin, áður enn sólin rennur,

vit ríða til Espalín.”

 

32 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var frúnnar brævarsvein

til síni klæði fús.

 

33 Sveinin klæðist for síni song,

søgur ganga frá,

so gekk hann í hallina inn,

sum Elvar á songum lá.

 

34 ”Statt upp, frægur Elvar ungi,

vilt tú vínið blanda,

síðan skunda tíni ferð,

vinn ikki frúnni vanda!”

 

35 Elvar klæðist for síni song,

so er komið til mín,

so gekk hann í hallina inn

for Nýting, bróður sín.

 

36 ”Hoyr tú, Nýtingur, bróðir mín,

eg veiti tær ,vordir' av mær,

eg fari meg í Hoyløðusal

so langa leið frá tær!

 

37 Eg fari meg til Hoyløðu

at festa tað væna vívið,

borin var eg til Eysturland,

mens faðir er ikki á lívi.

 

38 Tú skalt mær av landi lúka

skatt og skínandi eyð,

borin var eg til Eysturland

eftir faðirs deyð.”

 

39 Saðla sínar hestarnar,

ríða um Lindarheiði,

vegin vísti sendisvein,

honum var kunnig leiðin.

 

40 Sveinin so til orða tók,

tá hann stóð í borg:

”Hví eru tygur vorðin bleik,

hvør elvir frúvu sorg?”

 

41 ”Frá mær er fallin faðir og móðir,

míni systkin fimm,

ei er tað so undarligt,

um eg beri bleika kinn.

 

42 Frá mær er fallin faðir og móðir,

bróðir misti ond,

eg havi ongan forlagsmann

at verja míni lond.”

 

43 ”Hoyr tað, frúgvin Espalín,

lætta tíni kvíðu,

tú skalt ongar sorgir bera,

so leingi eg eri á lívi.”

 

44 Fram gekk frúgvin Espalín,

fell pá síni knæ:

”Vilt tú ráða for borg og breyt,

frú og faðirs fæ?”

 

45 Tað var frægur Ervar ungi

fell pá síni knæ,

meðan hann frúnna Espalín

til ektar festi sær.

 

46 Hann mundi hana í víggi verja

við hvøssum slíðraknívi,

hon mundi ongar sorgir bera,

so leingi hon var á lívi.

 

47 Ervar festi ta vonu frú

á tí sama vári,

Nýtingur ætlar eyðin til,

skatt á hvørjum ári.

 

48 Ervar festi ta vonu frú,

so er komið til mín,

Nýtingur hagar skattin førdi

alla ævi sína.

 

49 Ervar festi ta vonu frú

alt fyri uttan neyð,

Nýtingur ráddi for Eysturlandi

eftir sín faðirs deyð.

 

50 Nýtingur ráddi for Eysturlandi

aldur og ævi alla,

Ervar fyri Hoyløðu,

nú man ríman falla.

 

Rennur og rennur foli mín á grønari grund,

mín ber reyða lund,

stíg í dans um stund,

kátur leikar foli mín á grønari grund.

 

CCF 46 B

TSB D 11

 

Handrit: Johannes Clemensen: Sandoyarbók nr. 75 (Dansk Folkemindesamling 68)

 

Útgávur: 

1. Dimmalætting nr. 12, 21.03 1885

2. Jóannes í Króki: „Sandoyarbók II“, 1982, nr. 75  s. 236. Rikard Long greiddi til útgávu.

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 139.

4. Óli Dahl o. fl.: „Vit fara upp á gólv III“, 1973-74 s. 18

 

Heimild: Úr Sandoy: J. Michael Widerø, Mikal á Reyni (1787-1870 ), Sandi, 1823

 

D 11 Frúgvin Espalín (Orphaned lady offers her hand and her estate)

Pápi frúnna Espalín er dripin, og hon hevur ongan at ansa eftir góðsi sínum. Hon sendir beiggja ternu síni boð og biður hann hennara vegna bera upp bønarorð hjá Ørvari á Eysturlandi. Ørvar kemur til Espalín, giftist við henni og situr fyri góðsi hennara.

á føroyskum: CCF 46 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020