Temasíðan er um føstu og føstulávint. Á síðuni er stutt frágreiðing um hvat føstulávint er, um hví vit halda føstulávint, um siðvenju o.a.
Á temasíðuni er eisini ymiskt tilfar úr bókum o.ø. sum kann brúkast í undirvísingini.
Temasíðan vendir sær til lærarar og næmingar í grunddeild, miðdeild og hádeild.
Álmanakkin sigur, at í 2020 er føstulávintsmánadagur 24. februar. Næstu tveir dagarnir eita grýlukvøld og øskudagur.
Í dag er føstulávint fyrst og fremst ein barnaveitsla. Tað ræður um at lata seg í grýluklæði, og at ganga grýla. Skúlar og barnagarðar kring landið skipa fyri tunnusláing, har kattakongurin ella kattadrotningin fær krúnu. Kanska fær vakrasta grýlan eitt gávukort úr einum handli. Men hví halda vit føstulávint?
Føstulávint er upprunaliga ein katólskur siður. Orðið føstulávint merkir føstuaftan, kvøldið fyri føstuna. Føstan er ikki eina ávísa tíð í hvørjum ári, tí tíðin er knýtt at páskum og kirkjuárinum. Føstuinngangur verður hátíðarhildin 7 vikur fyri páskadag. Føstulávint kann tí liggja ímillum 1. februar og 7. mars. Føstan varir tó bara í 40 dagar, tí sunnudagarnir í føstutíðini verða ikki taldir við, tí teir verða ikki mettir at vera føstudagar.
Hóast føstulávint er knýtt at kirkjuárinum, hevur høgtíðin eisini røtur í heidnari siðvenju. Summi vilja vera við, at føstulávint upprunaliga var ein várveitsla, har dentur varð lagdur á ítøkiliga bardagan millum vetur og summar. Menn, klæddir í vetrarbúna og aðrir í summarbúna, stuttleikaðu sær við at berjast á gøtunum. Eisini tunnusláing sigst at stava frá heidnari siðvenju, har menn á hestbaki riðu í ring, og skiftust at sláa tunnu við einari livandi kettu í. Kettan var ímynd av óndskapi, sum vinnast skuldi á. Tá kettan rann avstað, varð liðugt.
Tí kunnu vit siga, at føstulávint er ein samanrenning av heidnari og kristnari siðvenju.
Spurningar til grunddeild og miðdeild: Hyggið at filminum, har Derhard Jógvansson, prestur í Vesturkirkjuni, tosar um føstulávint, og svarið hesum spurningum:
grýla -u -ur kv1
1 (gl., fólktr.) skrímsl at ræða børn við, oman kemur ~ frá gørðum við fjøruti hølum, skølm í hendi, bjølg á baki, kemur eftir børnum, sum gráta eftir kjøti í føstu (í skjaldri)
2 fólk (ofta barn) ókenniliga ílatið við gekkaskorti (sum fyrst í føstu gongur hús úr húsi), langaføsta (1), ganga ~ (el. langaføsta)
3 fólk í grýluveitslu