concierge business plan purple pages homework help research papers serial killers homework helper online free phd thesis of economics writing professional thank you letters essay on legalizing marijuana help me write research paper on hitler how to write a good essay for university
  • Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Sjógvhøna.

Sjógvhøna

Sjógvhøna (lat. Fulica atra L; da. Blishøne) er dimmgrá á liti og nakað sum lomvigi til støddar. Nevið er hvítt og líkist nakað høsnanevi. Frá tí og niðan um eyguni liggur ein hvítur, berur og tjúkkur húðarlepi. Beinini eru grønlig; á táunum hevur hon stór bløð, so fólk sigur, hon er hálvur fitjufuglur. Og hon livir meir sum fitjufuglur enn sum klófuglur, heldur seg nógv á blotanum og dugir væl at svimja og kava.
 
Reiðrið er stórt. Tað ger hon sær av steyri og sevstelkum, helst í vøtnum ella áum. Oftast stendur tað á botni, men stundum flýtur tað, og tá tjóðrar hon tað at áarbakkanum við longum stráum. Tað hendir seg, at hon ger tað uppi á turrum. Ungarnir, 6—12 í tali, svartir við reyðum høvdi, fara á vatnið, so skjótt teir eru útkomnir. Fyrsta veturin kennast teir frá hinum gomlu av tí, at teir eru hvítflekkutir í neðra.

Sjógvhønan eigur víða hvar í Europa. Føðin er ymis, ormar, kúvingar og kræklingar, fiskur, fræ og ber, vatnvøkstir og bløðrutari. Í Føroyum eigur hon ikki; her sæst hon mest inni á víkum og vágum um heystið og fyrra partin á vetri. Stundum verður hon borin heim at ala; við góðari viðgerð verður hon skjótt spøk og fólkaalskin, men livir ikki, uttan hon fær ein hyl at svimja í.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020