resume for mph admission study abroad application essay help constructivist grounded theory dissertation meteorology homework help doctoral dissertation help karl marx
  • Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Holocaust

Á hesi temasíðu er evnið Holocaust og onnur fólkadráp, sum støðugt fara fram. Á síðuni eru almennir upplýsingar, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar í Námi at brúka í skúlanum.

Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað Holocaust.

27. januar minnast vit Holocaust. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. 

Umráðandi er at minnast til, at forfylging og fólkamorð ikki eru ein veruleiki, sum endaði saman við øðrum heimsbardaga í 1945, men heldur støðugt á.

 

Ferðafrásøgn úr Auschwitz-Birkenau

Í juni í 2015 vitjaði Pól Jespersen nasistisku legurnar Auschwitz-Birkenau. Á kortinum omanfyri, sum er úr atlasinum hjá Námi, sæst býurin Krakow, har legurnar eru. Trýst á kortið og tað verður størri. Auschwitz-Birkenau var savningarlega, arbeiðslega og týningarlega fyri jødar og mong onnur fólk. Krakow er millum býirnar í Evropa, sum vórðu spardir undir øðrum veraldarbardaga, so her eru nógv gomlum hús og støð at síggja. - Millum útferðirnar var ein, sum vit høvdu teknað okkum til, men sum kortini ikki var so hugalig, sigur Pól, og fer at siga frá um dagin, tá bussurin kom á hotellið eftir teimum. Tað tók bara halvanannan tíma at koyra úr miðbýnum til inngongdina til nasistisku Auschwitz-leguna við eyðkenda skeltinum Arbeit macht frei.  

Seinni heimsbardagi byrjaði 1. september í 1939, tá ið Týskland leyp á Pólland. 6. oktober sama ár høvdu Týskland og Sovjetsamveldið hersett alt landið. Á vári í 1940 grundaðu nasistarnir kendu kz fangaleguna Auschwitz stutt vestan fyri Krakow. Her vóru gamlir bygningar hjá pólska herinum, og fyrstu fangarnir vórðu settir inn longu í juni sama ár. Tey komandi árini vórðu fangar settir at víðka um leguna, so hon eisini fevndi um týningarleguna Birkenau, sum er 3 km frá Auschwitz. Í Auschwitz-Birkenau lótu meiri enn ein millión sakleys fólk úr øllum Evropa lív, flestu teirra jødar. Á kortinum niðanfyri sært tú, hví so nógvar fangalegur hjá nasistunum vóru í Póllandi. Auschwitz-Birkenau var miðdepil í eini effektivari týning av jødum og øðrum fólkum, sum nasistarnir vildu rudda út. Jarnbreytirnar kundu flyta øll til henda stað. 

- Tá ið tú ert føddur stutt eftir seinna heimsbardaga, hevur tú sum barn og ungur - ja, alt lívið - hoyrt um ræðuleikarnar undir nasismuni. Tað kom tí kanska eitt sindur óvart á meg, at vitjanin skuldi ávirka so nógv, sum hon gjørdi, sigur Pól og leggur afturat, at ein orsøkin man vera, at tú ikki rættiliga hevur gjørt tær greitt, hvussu víðfevnt hetta píningar- og týningarvirksemið var. - Og so øll tey praktisku viðurskiftini í hesum sambandi, sigur Pól og spyr: - Hvussu drepur tú meiri enn eina millión menniskju og beinir fyri líkunum?

Trýst á pílin niðast í vinstra horni, so kanst tú fylgja Pól Jespersen á ferð í Auschwitz-Birkenau í juni í 2015. Á hvørjari mynd brúkar Pól vísan, sum var hann krit á talvuni. Ferðin varar 15 minuttir

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020