service quality gap analysis thesis stress management review of literature buy university paper custom car shop business plan build your business plan example science fair research paper assign formal charges
  • Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fororð

Andrias Høgenni (f. 1988), er filmsleikstjóri og ættaður úr Tórshavn. Áðrenn hann fór á filmslistaskúlan 18 Frames, og seinni Super16, nam hann sær royndir innan filmsgerð í sjónvarpsrøðini “Agurk”, og tá hann gjørdi videotilfar og filmsummæli til ungdómsblaðið MESS. Í 2013 fekk hann prógv sum filmsleikstjóri, og endafilmurin Timerne med Christine varð sýndur á Odense International Filmfestival.

Andrias hevur leikstjórnað stuttfilmarnar Stev (2009), Ávegis (2011), Harmoni (2012), Eina (2013), Det mand ikke taler om (2014) Kom og dansa (2015), Stina Karina (2015), Et knæk (2016) og Ikki illa meint (2019).

Fleiri av filmunum hjá Andriasi hava verið sýndir til Geyta-filmskvøldini í Norðurlandahúsinum, og hann hevur verið umboðaður øll árini. Í 2015, 2016 og aftur í 2019 vann Andrias Geytavirðislønina og í eina førinum eisini Áskoðaravirðislønina.

Eisini var Andrias við til at stovna yrkisfelagið “Føroysk Filmsfólk”, og í 2014 vann hann virðislønina “Årets filmtalent” frá Odense Filmværksted.

Á filmstevnuni í Cannes í 2019 vann Andrias við filminum Ikki illa meint Canal+virðislønina. Tað er fyrsta ferð at ein føroyskur filmur hevur verið vístur í Cannes. Í 2020 vann Andrias donsku Robert-virðislønina við sama filmi.

Nám hevur gjørt sáttmála við Andrias, um at fáa rættindi til at brúka filmarnar Eina, Kom og dansa, Stina Karina og Ikki illa meint í skúlunum. Filmarnir og uppgávurnar venda sær fyrst og fremst til elstu flokkar fólkaskúlans, miðlabreytir og miðnám.

Frammanundan hevur Nám keypt rættindi til filmar hjá Sakarisi Stórá, Anton Petersen og Heiðriki av Heygum. Ætlanin hjá Námi er at økja um tilfarið á hesi filmssíðuni, so eitt breitt úrval av nýggjari føroyskari filmslist altíð er tøkt til undirvísing.

Filmarnir kunnu eisini brúkast í tvørfakligum samstarvi, serliga á miðnámi millum lærugreinarnar filmsvísund, føroyskt, myndlist og sálarfrøði. Filmar, sum verða nevndir, kunnu í flestu førum lánast á Býarbókasavninum í Havn, eins og Nám hevur eitt avmarkað savn við filmum til láns. Brot úr filmum, filmsitat, eru ofta løtt at finna á YouTube.

Eru ivamál um tilfarið og film til undirvísing yvirhøvur, eru vit á Námi altíð til reiðar at hjálpa og ráðgeva, alt eftir førimuni.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020