• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fólkaræði ella einaræði

 

 

Í Føroyum royna vit alla tíðina at skapa eitt frælst og rættvíst samfelag, har so nógv sum gjørligt sleppa at vera við at taka avgerðir – eitt fólkaræðisligt samfelag. Fólkaræði ávirkar ikki bara land og kommunur: fólkaræði er eisini í skúlanum, á arbeiðsplássinum og í vinaløgum.

 

Í einum fólkaræði hava øll menniskju eins virði. Fólkaræði er ein háttur at hugsa og kenna – ein lívsstílur.

 

Tað finnast enn lond í heiminum, har einaræðisharrar stýra einsamallir. Tey veiku í teimum samfeløgunum hava eingi rættindi – tey sleppa ikki sjálv at gera av, hvar tey búgva, ella hvussu tey liva lívið. Ólýdni og mótstøða verða revsað, og fólk verða fongslað, um tey ikki gera, sum sagt verður.

 

Høgrumegin síggja vit størsta valstaðin í Tórshavnar kommunu, har fólk fara at greiða atkvøðu. Vit síggja starvsfólk í kommununi, sum telja atkvøðurnar upp, og ovast sæt valnevndin, sum kannar, um alt er farið rætt framm á valstøðunum. Óla Jákup Rólantsson tók myndirnar.

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021