• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

ST – yvirlýsingin um mannarættindi

 

Í 1948 fingu vit yvirlýsingina um mannarættindi. Yvirlýsingin snýr seg um tey rættindi, sum fólk skulu hava fyri at fáa eitt gott lív. Hetta eru virðir og rættindi, sum lond og fólk skulu rætta seg eftir og virða. Um eitt land verður stýrt eftir yvirlýsingini, so fær fólkið í landinum tað gott.

Í grein 21 í yvirlýsingini stendur:

1. Øll hava rætt til at taka lut í stjórn lands síns, annaðhvørt beinleiðis ella gjøgnum frítt vald umboð.

2. Øll hava rætt til somu atgongd at embætum og almennum størvum i landi sínum.

3. Fólksins vilji skal vera støði undir stjórnarinnar valdi; hesin vilji skal verða borin fram við ávísum millumbilum og rættiligum valum við almennum og jøvnum valrætti, og skulu verða framd við loyniligari atkvøðing ella samsvarandi frælsum valháttum.

Finn svarið í tekstinum

1. Hvørjir vóru griksku heimspekingarnir, sum høvdu tankar um, hvussu eitt land skuldi stýrast? Hvussu hildu teir, at tað skuldi vera?

2. Á hvønn hátt var fólkaræðið í gamla Grikkalandi fyrimyndin hjá fólkaræðinum, ið vit kenna?

3. Greið frá, hvat beinleiðis fólkaræði er, og hvat umboðandi fólkaræði er?

4. Hvat er eitt vælferðarsamfelag?

5. Hvussu æt yvirlýsingin hjá ST frá 1948?

6. Hvat meinast við e-fólkaræði (e-demokrati)? Og hvat heldur tú um tað?

Hugsa sjálv/ur

1. Hygg í eina avís ella á ein tíðindaportal. Finn dømi, har tú sært samanhang millum fólkaræði og okkurt tú sær í avísini/portalinum

2. Tá ið val er, er altíð spennandi at fylgja við, hvussu stórur prosentpartur av veljarunum brúka sína atkvøðu. Finn útav, hvussu stórt atkvøðuprosentið var til seinasta løgtingsval, fólkatingsval og kommunuval. Er munur á valluttøku? Hví man so vera?

3. At taka lut í fólkaræði

· Atkvøða (kommunval, løgtingsval ella fólkatingsval)

· Stilla upp (kommunuval, løgtingsval ella fólkatingsval)

· Vera limur í einum politiskum flokki

· Skriva lesarabrøv

· Seta á stovn mótmælisrørslu

· Skriva mótmælisskriv og fáa onnur at skriva undir

· At royna at ávirka politikarar gjøgnum t.d. handilsfelag ella ítróttafelag

· Skipa fyri mótmælisgongu

· Sita í eini nevnd, sum ger tilmæli

Einstaklingauppgáva

Skriva niður fyrimunir og vansar við at vera partur av punktunum omanfyri

Raðfest, hvat tú heldur hevur størst týdning av punktunum omanfyri við stigum frá 1 til 9, har 1 hevur størsta týdning og 9 hevur minsta týdning.

Bólkar

Tosið saman í bólkinum um, hvussu tit hava raðfest

Roynið og semjist um 1., 2. og 3. raðfesting

Skrivið ein stuttan tekst um, hví tit hava raðfest, sum tit hava gjørt

Felags

Leggið fram, hvussu ymsu bólkarnir hava raðfest!

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021