Lærugreinin kristnikunnleiki og átrúnaður lýsir, greinar, tulkar og metir um átrúnað, trúarspeki, lívsfatanir, siðfrøði og lívsspurningar, sum mynda hin einstaka og samfelagið í søguligum og nútíðar høpi. Lærugreinin stuðlar eisini næmingunum at skilja egnan samleika og søgu, átrúnaðarligan og sosialan felagsskap umframt heimsátrúnað og mentan.
Átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar spretta av lívskorum og upplivingum hjá menniskjum í lívi og deyða, gleði og sorg, njóting og líðing, í longsli og leitan eftir meining, endamáli og innihaldi í tilveruni. Átrúnaður stavar eisini frá tí ásannan, at lívið er virðismikið og heilagt, og tí má livast við ábyrgd...