Høvuðstættirnir í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi
Fakligir førleikar - 10. flokkur
Næmingurin dugir:
at greina og viðgera útvaldar bíbliutekstir úr evnislýsandi sjónarhorni, t.d. ein av profetunum, skaldsligan tekst, orðtøkini, eitt av brøvum Paulusar ella annan sjálvvaldan, bíbilskan tekst.
at viðgera og meta um ymisk týðandi siðfrøðilig evni.
at lýsa og viðgera skapanarverkið, vistfrøði og burðardygt umhvørvi bæði lokalt og globalt úr átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni.
at viðgera og meta um tøkniliga menning og avbjóðing sæð úr átrúnaðarligum og siðfrøðiligum sjónarhorni.
at lýsa heimliga og altjóða átrúnaðarliga list og viðgera tann týdning, hon hevur fyri tað umhvørvið, hon er í, t.d. bygningar, myndlist, prýðislutir, tónleik, mynstur o.a.
at kanna og viðgera leiklutin, kristni átrúnaðurin hevur í onkrum landi uttan fyri Evropa, t.d. hjálpararbeiði ella tvørkirkjuligt virksemi.
at greina og viðgera tann týdning átrúnaður hevur í nútíðar mentan og samfelagslívi
at kanna, greina og viðgera, hvat rørir seg á átrúnaðarliga økinum í teimum ymsu miðlunum.
at greina og viðgera ymisk átrúnaðarlig sjónarmið og greiða frá, hvørjar grundgevingar ymsu partarnir hava.
at lýsa og viðgera spurningar, sum koma upp, tá ið ymiskir átrúnaðir, ymiskar mentanir og samfeløg møtast
Tilfarið til lærugreinina er skipað eftir floksstigi og øki sambært námsætlanini. Tú kanst velja floksstig og øki ovast til vinstru.
Á síðuni eru eisini slóðir til temasíður, útgávuheimar, tíðindi, tiltøk, aðrar heimasíður o.a.
Til ber at arbeiða við filmi á ymsan hátt. Arbeiðast kann í bólkum ella einsæris. Tá ið arbeiðið er liðugt, kunnu næmingarnir leggja fram ella samrøða um úrslitið.
Søgan um uppreisn Jesusar. Filmur frá History.com.
Aldurstrin: 7.-10. flokkur
Lærugrein: Kristnikunnleiki og átrúnaður
Kjarnaøki: Høvuðstættirnir í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðarligum høpi
Evni: Páskir; Høgtíðir