Vinnarin av Vitanarfróðu kappingini 2020 er júst kosin. Orsakað av avmarkingunum í koronutíðini, varð hetta gjørt í Kollafjarðar skúla, har vinnandi flokkurin hevði sín fyrsta dag í skúlanum aftaná næstan 2 mánaðir við heimaundirvísíng.
Nám gjørt eina síðu á undirvisingarportalinum Snar við ymiskum amboðum og slóðum, sum kunnu vera hent í sambandi við, at næmingar skulu undirvísast heima í eitt tíðarskeið.
Tilsamans 19 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi, sum varð avdúkað í fulsettum skeiðshølum hjá Námi í kvøld. Bundna evnið var heimsmálini hjá ST, sum skuldi lýsast í einum stuttfilmi, sum í mesta lagi er 7 minuttir. Filmurin skal nema við minst tvey av heimsmálunum og kunna brúkast í undirvísing, so sum hann er.
Nám gevur í hesum døgum bók út eftir Hera Kragesten, sála. Bókin, Sálarfrøði, ið serliga er ætlað almenninginum og lesandi á setrinum, lýsir grundleggjandi leiðir og ástøði á sálarfrøðiliga vísindaøkinum.