Kongsríkið Butan er gátuført og lítið kent land, tí at tað var stongt fyri umheiminum langt upp í 1970-árini. Eisini er ringt at koma fram í óføra fjallalendinum. Náttúrutilfeingi er lítið; men har eru nógvar stríðar áir, og tey eru farin at byggja vatnorkuverk. Butan er buddiskt land, og kongurin, nevndur drekakongurin, er einaveldugur.
Um 70% av fólkinum í Butan er drupkar, ið eru ættaðir úr Tibet. Í 1990 elvdu samanbrestir ímillum drupkar og lotsampafólkið, ið er ættað úr Nepal, til harðligar mótmælisgongur ímóti kongsveldinum. Hetta hevði við sær, at Butan varð stongt fyri útlendingum.
Uttan um Indiska meginlandið eru trý høv: Arabiahav, Indiahav og Bengalhav. Fyri norðan eru hini ovurstóru Himaleiafjøllini. Indiska meginlandið er ógvuliga fjølbygt, og her býr um 1/5 av øllum fólki í heiminum. Nógv størsta landið er India, so Pakistan, Bangladesj, Nepal, oyggin Sri Lanka og lítla landið Butan. Mangan hevur verið ófriðarligt í indiska meginlandinum, og tað hevur mangan verið álopið uttaneftir. Í 19. og til miðju 20. øld var alt økið uttan Nepal og Butan bretskt hjáland. Stórur munur er á landslagnum og veðurlagnum, kavatakt fjøll fyri norðan, turrar sandoyðimerkur í útnyrðingspartinum og tropiskur regnskógur fyri sunnan.
Meginparturin av fólkinum í indiska meginlandinum býr á bygd og livir av landbúnaði. Bara í India eru 500.000 bygdir, og her búgva um 70% av fólkinum. Nakrar bygdir eru heilt smáar, í øðrum búgva mong túsund fólk. Flestu ættir hava búð í somu bygd í øldir og hava latið ættarliði eftir ættarliði kunnleika og royndir sínar.
Sermerkstasta veðurlagsfyribrigdi er monsunurin, sum hvørt summar lýggjur og vátur kemur uttan av havi inn yvir næstan alt Indianes. Monsunurin hevur alt at týða fyri bøndurnar, og kemur hann ikki við regni, er hungursneyð í durunum. Summi ár regnar so illa, at tað verður vatnflóð, ið elvir stóran skaða.
Monsunurin kemur av útsynningi um summarið og av landnyrðingi um veturin. Tá ið summarmonsunurin kemur uttan av Indiahavi, hevur hann lýggja og váta lut við sær, sum verður regn yvir turra og heita meginlandinum.
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.
Høvuðsstaður:
Thimbu
Vídd: 47.000 km2
Fólkatal: 699.847
Alment mál:
dzongkha
Átrúnaður:
buddisma 75% hinduisma 25%
Stýrirlag: kongligt einaveldi
Gjaldoyra:
ngultrum (BTN)