Mitt í Róm er heimsins minsta frælsa ríki. Vatikanríkið gjørdist frælst í 1929. Her hevur katólska kirkjan høvuðssæti, og her býr pávin. Fyrr ráddi pávin fyri mongum ríkjum í Italia; men nú á døgum er bara Vatikanríkið eftir. Mong fólk koma higar at vitja, tí at hetta ríkið hevur stóran átrúnaðarligan týdning, og har eru stór mentanarsøvn. Vatikanið hevur egið flagg, egnan tjóðsang, egin frímerki og egnar myntir umframt dagblað og útvarpsstøð.
Utsýnið av tekjuni á Pæturskirkju. Fremst er Pæturstorgið, sum altíð er fullsett av fólki, tá ið pávin talar og lýsir signingina yvir tey.
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.
Høvuðsstaður: Vatikanríkið
Vídd: 0,44 km2
Fólkatal: 826
Alment mál: italskt, latín
Átrúnaður: kristindómur
Stýrðislag: pávadømi
Gjaldoyra: evra