writing an introduction for an argumentative essay dissertation art design how to write an undergraduate research proposal essay writing help toronto creative writing questions science homework help websites biology homework help online can someone write my essay for me cheap about essay writing in english cv writing services east sussex
  • Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rithøvundar

 

Niels Andersen (1849-1919)

Niels Andersen var føddur 13. aug.1849 í Ribe í Danmark. Hann gjørdist studentur í 1867 og tók løgfrøðisligt embætisprógv í 1873. Í 1890 fær hann sorinskrivaraembætið í Føroyum.
Hann luttekur dúgliga í kjakinum um føroyskar samfelagsspurningar, meðan hann er her, og í 1895, sama ár sum hann leitar aftur til Danmarkar í embæti í Jútlandi, kemur bók hansara út um viðurskiftini í Føroyum 1600-1709.
Hann doyði í 1919.

Færøerne 1600-1709

Í stuttum inngangi sigur høvundur-in, at ætlan hans við bókini fyrst og fremst er at lýsa handilsviðurskiftini í tíðarskeiðnum 1600-1709, tí handilin hevði so avbera stóran týdning fyri føroyingar, men hann tekur eisini onnur viðurskifti uppí. Hetta síggja vit, um vit kanna teir einstøku partarnar: 1. kap. er um handilin og er í rúgvu stívur triðingur av bókini. — 2. kap. er um rættarmál. — 3. kap. er um fíggindar og fremmandar fiskimenn. — 4. kap. er um skansarnar. — 5. kap er um høvuðsstaðin Tórshavn. — 6. kap er um skúlan og 7. kap. um Argjahospitalið. — 8. kap. er um jarðarviðurskifti. — 9.kap er um átrúnaðarviðurskifti. Hann býtir oyggjarnar upp í prestagjøld og viðger hvørt sær. Hetta er næst-longsti partur í bókini og fyllir um leið ein sætting.  — At enda er 10. kap. um siðir, skikkir og yvirtrúgv. Bókin kom út í 1895.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020