• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Niels Winther (1822-1892)

N. Winther

LÍVSSØGA:
Hann varð føddur í Havn í 1822. Longu sum lítil drongur sýndi hann stóran hug til bókina, og so væl dugdi hann at skriva, at hann longu 11 ára gamal gjørdist skrivstovudrongur hjá sorinskrivaranum Hunderup. Tá hesin fekk starv í Danmark, tók hann unga Niels Winther við sær, og her tók hann skjótt juridiskt prógv við góðum próvúrsliti.

Hann tryggjaði sær studning til víðari lestur, men tá hann longu um hesa tíðina var farin at finnast at embætismannavaldinum í Føroyum við greinum í donskum bløðum, varð studningurin tikin frá honum, hann noyddist at gevast við lestrinum   og   fór   heim   aftur   til Havnar, har hann fór undir sakføraravirki, og har hann fór at luttaka í politikki. Aðalmál hansara í politikki vóru tvey: Hann vildi fáa løgtingið endurstovnað, sum tikið var av í 1816, og hann vildi taka av einahandilin.

Í 1851 varð hann av føroyingum valdur til fólkatingsmann, og hann varð árið eftir eisini valdur inn í hitt nýstovnaða løgtingið. Løgtingsarbeiðið varð honum tó eitt vónbrot — afturhaldið átti meirilutan á løgtingi — og so tíðliga sum í 1856 — sama ár sum kongligi handilin varð avtikin — legði hann alt politiskt arbeiði frá sær og flutti til Danmarkar, har hann tók sær bústað í Hjørring. Fyrstu tíðina
arbeiddi hann sum sakførari, seinni sum blaðmaður og blaðstjóri. Hann doyði í 1892.

BÓKMENTAVERK:
Niels Winther skrivaði tvey rættiliga stór bókaverk: »Hjørring Bys Historie«  
og »Færøernes 0ldtidshistorie« (1875), men tað, sum gevur honum pláss í bókmentum okkara, er, at hann var hin fyrsti føroyingur, sum fór undir at geva blað út. Blaðið, sum fekk navnið »Færingetidende«, kom at verða honum málgagn og stuðul í politiska virkinum. Tað kom út á fyrsta sinni 13. mai 1852 og  varð  skrivað   á   donskum   máli.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021