Hetta heftið er ikki ein læraravegleiðing, men eitt savn við eykauppgávum til “Samfelagið – eg og vit øll”, ið leggur dent á førleikamenning. Læraravegleiðingin til Samfelagið – og eg” var bæði ein læraravegleiðing og eitt uppgávusavn. Fyrstu 17 síðurnar av heftinum eru at meta sum felags læraravegleiðing fyri alla bókaheildina, meðan seinna helvtin av heftinum eru eykauppgávur til fyrstu bókina.
Annars verður víst til fororðið í “Samfelagið – eg og vit øll”. Nevnast skal eisini, at á Snar eru fleiri tema, ið kunnu nýtast í samfelagsfrøðiundirvísingini.
Samfelagsfrøðligu førleikarnir eiga at verða vandir í sambandi við øll kjarnaøkini. Hóast allir førleikar sjálvandi ikki kunnu verða vandir alla tíðina, eiga allir fakligir førleikar at verða vandir á hvørjum ári, so at næmingarnir fáa høvi at byggja víðari á undanfarnar royndir.
Førleikarnir eru orðaðir í tveimum setningum. Tann fyrri setningurin orðar grundleggjandi fakligar førleikar, meðan tann seinni orðar eina víðkaða fatan av førleikunum. Dugnaligastu næmingarnir eiga at megna tað seinna, meðan
allir eiga at megna tað fyrra. Hetta eggjar til, at undirvísingin verður tillagað og ger hana meira fjøltáttaða. T.d. kann verða arbeitt við sama evni, har næmingarnir fáa hóskandi venjingar, sum førka teir víðari. Nevnast skal somuleiðis, at tað eru sera ymiskir hættir at menna hesar førleikar, og tað er tann einstaki lærarin, sum velur hóskandi háttalag.
Næmingurin dugir: