Henda temasíðan er um ætlaðar broytingar í hjúnabandslógini. Fakliga fevnir síðan um lærugreinarnar samfelagsfrøði á miðnámi og søgu/samtíð, føroyskt og kristni í hádeild í fólkaskúlanum. Undir evnunum eru uppgávur.
Á heimasíðuni hjá Føroya landsstýri er galdandi samgonguskjal eins og gomul samgonguskjøl at síggja.
Tú skalt í brúdleyp og ert biðin um at halda eina talu. Áðrenn tú skrivar taluna, skalt tú taka støðu til, um munur er á, um brúdleypið er millum tvey samkynd, tvey hinskynd, tvey tvíkynd ella tvey tvørkynd.
“Hitt slagið” hava samkynd ofta verið kallað í føroyskum bókum, miðlum og túnatosi. Kringvarpið hevur í seinnu árini gjørt fleiri sendingar um samkynd.
Í miðlunum hava fleiri søgur verið, sum lýsa persónar og teirra fatan av at vaksa upp í einum samfelag, har tey ikki hava kent seg at hava heimarætt, tí teirra kynsliga sannføring ikki hevur verið mett sum vanlig.
Petur Háberg, sum lesur samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum, er uppvaksin í einum trúgvandi heimi. Fríggjadagin 29. apríl í 2016 skrivaði hann eina almenna Facebook-dagføring um samkynd og ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini. Her vísir Petur okkum, hvat tað var, hann skrivaði.
Í miðlunum síggja vit javnan veljarakanningar og kanningar um ymisk mál. Tað kunnu vera Gallup ella Fynd, sum gera tílíkar kanningar um telefon. Tá meiningakanningar um at broyta hjúnabandslógina komu fram, var onkur, sum segði í miðlunum, at hetta var opportunt av bæði flokkum og miðlum at lata hetta koma fram nú.
Bill Justinussen og Sonja J. Jógvansdóttir eru bæði vald á Føroya løgting. Bill er í Miðflokkinum og Sonja er uttanflokka, men stillaði upp fyri Javnaðarflokkin tá løgtingsval var 1. september í 2015.
“Ja til hjúnabandið” og LGBT Føroyar eru felagskapir, sum hava verið sjónligir í sambandi við ætlanina at broyta hjúnabandslógina. Snar hevur spurt talsmennirnar Arna Zachariassen og Eiler Fagraklett um felagsskapirnar.
Snar spyr Torkil V. Rasmussen, løgfrøðing og undirvísara á Fróðskaparsetri Føroya, um týdningin av nógv umrøddu § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini, ið viðvíkur signing av borgarligum hjúnabandi.
Arni Zachariasen, master í gudfrøði og umboð fyri felagsskapin "Ja til hjúnabandið", og Heini í Skorini, master í religiónsvísundum, phd lesandi og undirvísari í mannarættindum á Fróðskaparsetrinum, kjakast tann 10. mai í 2016 um trúgv og politikk.
Eirikur Lindenskov, blaðstjóri og politiskur viðmerkjari, sigur í hesum innslagi í Degi og Viku 28. apríl í 2016, at málið um broytingar í hjúnabandslógini er avgerandi fyri stevið í samgonguni, hóast tað ikki er eitt samgongumál.
Í Sosialinum 11. mars í 2016 siga 17 prestar í fólkakirkjunum sína hugsan um, hvørt broyting í hjúnabandslógini til frama fyri samkynd merkir, at hjúnabandið stendur fyri hóttafalli. Samstundis svara prestar, um teir ætla at signa samkynd, um uppskotið verður samtykt.
Fyrr hevur verið sagt, at katólskir prestar skuldu liva í sølibat, og at tey pør, sum liva ófgift, liva í synd, fyri ikki um at tala tey samkyndu. Nú eru nýggir tónar úr Vatikaninum, har pávin heldur til sum ovasti í katólsku kirkjuni.
Snar hevur spurt Tóra Højgaard, sum er løgfrøðingur og almennur viðmerkjari, hví mál um samkyndleika, t.d. 266b í 2006, og nú eisini broytingar í hjúnabandslógini, eru so sjónlig í politiska landslagnum.
Snar hevur spurt Hallberu Fríðu West, sum er stjórnmálafrøðingur, Ph.d lesandi og lærari í samfelagsfrøði á miðnámi, um lobbyismu. Spurt verður, hvat lobbyisma er fyri eitt fyribrigdi, um vit uppliva lobbyismu í Føroyum, um lobbyisma hevur verið brúkt í sambandi við ætlanina at broyta hjúnabandslógina í løtinginum seinastu tíðina, og um lobbyisma kann verða góð ella vánalig fyri fólkaræði.
Leita vit á netinum og heimasíðuni hjá Kringvarpinum, so er neyvan nakað politiskt mál, sum í nýggjari tíð hevur fylt so nógv sum ætlaðu broytingarnar í hjúnabandslógini.
Tá fyrsta viðgerð var í Løgtinginum av ætlaðu broytingunum í hjúnabandslógini, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, at málið verður ein sonn kollvelting av øllum samfelagnum, um tað verður samtykt.
Í triðju viðgerð av hjúnabandslógini staðfesti Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum á tingsins røðarapalli, at málið um broytingar í hjúnabandslógini var ein trúarspurningur fyri hvønn einstakan løgtingslim. Harumframt er hetta ikki eitt samgongumál, og er ti heldur ikki nevnt í samgonguskjalinum.
Hvønn dag hoyra vit tíðindi úr okkara grannalondum og øllum heiminum við. Í kjakinum um 266b í 2006 og um broytingarnar í hjúnabandslógini í 2016, hevur verið sagt, at vit skulu ikki lata okkum ávirka av londunum uttan um okkum. - Eru vit undir trýsti, tá broytingar henda í grannalondum?
Kringvarpið hevur fingið tríggjar fyrrverandi politikarar í studio at greina støðuna, eftir at hjúnabandslógin varð samtykt, og løgtingið er farið í summarfrí. Vertur er Finnur Koba.
Bókavørðurin í Námi sigur frá, hvat tilfar er um samkynd, og sum er tøkt hjá skúlum og lærarum at brúka.
Á sumri í 2014 var ein 130 ára gomul týsk vampýrsøga, Manor, løgd fram í føroyskari týðing á Býarbókasavninum í Havn. Søgan fer fram í Føroyum. Rithøvundur er týski Karl Heinrich Ulrichs (1825-1895), sum í stuttsøguni lýsir eitt eksotiskt ævintýraland.
Samkynd verða ofta umrødd sum fólk, ið oftari enn onnur ganga til listaframsýningar, og eru kreativari enn fólk flest. - Men er hetta rætt? Amerikanski Richard Florida skapti í 2002 hugtakið The Creative Class, sum fekk týdning fyri býarplanlegging.
Kringvarpið sigur í februar í 2015, at hetta er heimsins besta pressumynd, World Press Photo of the Year. Myndina hevur Mads Nissen á donsku avísini Politiken tikið.
Hetta er heimildarfilmur úr Berlin um týsku Lilly Wust og lesbiskan kærleika. Í 1942, tá søgan tekur við, er hon arisk húsfrúgv við Hitler á vegginum, manni í herinum og hevur fingið heiðursmerki fyri at bera fýra synir.
Skemtiteknarin Óli Petersen hevði hesa tekning á Vágaportalinum, eftir at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina varð samtykt.
Á føðingardegi Hammershaimbs, 25. mars í 2015, legði Landsbókasavnið fram eitt savn við gomlum tíðindabløðum.