• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mirmants kvæði

 

CCF 109 B

TSB D 389

 

1 Vilja tit nú lýða á,

meðan eg flyti fram,

frúgvin eitur Brita,

og jallin Hermann.

 

Gár í dans flúva, brúnfagur hjún!

Dansa med hinandan

so fagurliga, sum tú kann!

Gár í dans flúva!

 

2 Hvøssu skal eg kvøða,

tað ið eg ikki kundi?

frúgvin eitur Brita,

og jallin Hermann ungi.

 

3 Tey ráddu fyri Sakslandi

væl altíð og leingi,

tað var teim til lukku lagað,

børn áttu tey eingi.

 

4 Tey ráddu fyri Sakslandi

tugdu vetrar vist,

tað var teim til lukku lagað,

børn høvdu tey mist.

 

5 Svaraði frúgvin Brita:

“Hvat man slíkum sæta?

Hví munnu vit ikki ognast børn,

til okkara lond at gæta?”

 

6 Jallin so til orða tekur:

“Far ikki við so hátt!

Vit eiga okkum ein ungan son,

hann kemur í dreymar brátt.”

 

7 Jallin vaknar á miðjari nátt,

telur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur meg borið

alla hesa nátt.”

 

8 Jallin droymdi dreymin tann,

hann tókti vera í vanda:

“Eg dró ein orm frá brósti á tær,

mær vildi hann granda.”

 

9 Jallin droymdi dreymin tann,

hann tóktist vera í váða:

“Eg dró ein orm frá brósti á tær,

meg vildi hann skaða.”

 

10 Tað var tá, sum ofta er enn,

leingi hevur fyri drigið,

ei hevur frúgvin Brita

eina í songum ligið.

 

11 Jallin liggur í síni song,

bæði troyttur og móður:

“Vit eiga okkum ein ungan son,

hann verður av ongum góður.

 

12 Svaraði frúgvin Brita:

“Ei man tað so vera,

vinturnáttin er so long,

mangt kann í dreymar bera.”

 

13 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

14 Tað var tá, sum ofta er enn,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

15 Sveipar hon hann í klæði rein,

tá ið hann kom í heim,

Mirmant bað hon nevna

tann gævuliga svein.

 

16 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður knæ,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull og fæ.

 

17 Svaraði frúgvin Brita,

ræður hon so at mæla:

“Hví vilt tú ikki vár unga son

í skemtan við tær ala?”

 

18 “Hoyr tú, frúgvin Brita,

tað sigi eg tær satt,

at tú flytur tín son so burt,

at hann kemur ikki aftur!”

 

19 Tí svaraði jallin

fyrsta orðið tá:

“Hann má ikki koma for míni eygun,

tann stund eg liva má.”

 

20 “Hoyr tað, mín hin veldigi harri,

hvør skal mær tað gera,

taka mín son í fosturskap,

at hann kann riddari verða?”

 

21 “Løgdum keisar á Fraklandi,

hann man tær tað gera,

taka tín son í fosturskap,

at hann kann riddari verða.

 

22 Løgdum keisar á Fraklandi,

hann man tær tað veita,

taka tín son í fosturskap,

at hann kann riddari eita.”

 

23 Tað var frúgvin Brita,

letur saðla hest,

so reið hon til Fraklanda,

sum føtur bera mest.

 

24 So reið frúgvin Brita

eftir veginum fram,

forgyltir leika ringarnir,

hennar góði gangari rann.

 

25 Tað var frúgvin Brita,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Løgdum keisar

fyri henni stóð.

 

26 “Ver vælkomin, Brita,

higar nú til mín!

Hvaðan er handa lítla kind

tú ber á armi tín?”

 

27 Tað er frúgvin Brita,

svarar so frá sær:

“Handa sama unga kind

er komin frá brósti á mær.

 

28 Góður maður, Løgdum keisar,

vilt tú mær tað gera,

taka mín son í fostur hjá tær,

at hann kann riddari verða?

 

29 Góður maður, Løgdum keisar,

vilt tú mær tað veita,

taka mín son í fostur hjá tær,

at hann kann riddari eita?”

 

30 “Hann skal vera vælkomin

hjá mær og mínum sveinum

sita yvir mítt ærligt borð

og drekka tann mjøðin reina.

 

31 Hann skal vera vælkomin

hjá mær og mínum monnum,

sita yvir mítt ærligt borð

so mangan vetur á sonnum.”

 

32 Aftur loypur Brita

á sín góða hest,

so reið hon til Sakslanda,

sum føtur bera mest.

 

33 Tað var frúgvin Brita,

heim í garðin fór,

úti sjálvur jallin

fyri henni stóð.

 

34 “Ver vælkomin, Brita,

higar nú til mín!

Hvøssu tók hann Løgdum, keisar

við fostursyni tín?”

 

35 “Hann skuldi vera vælkomin

hjá sær og sínum sveinum,

sita yvir sítt ærligt borð

og drekka tann mjøðin reina.

 

36 Hann skuldi vera vælkomin

hjá sær og sínum monnum,

sita yvir sítt ærligt borð

so mangan vetur á sonnum.”

 

37 Hann var ikki longur í ríkinum

enn mánarnar tólv,

allir lutir gegnaðust honum,

ríka frúgvin sjálv.

 

38 Allir lutir gegnaðust honum

og ríka frúgvin sjálv,

bæði læt hon læra hann

rúnir og skáktalv.

 

39 Mirmant liggur í síni song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Sakslanda,

faðir og móður at finna.”

 

40 Svaraði frúgvin Katrin,

mælti so orðum brátt:

“Fert tú teg til Sakslanda,

sjúkur kemur tú aftur.

 

41 Fert tú teg til Sakslanda

at finna faðir og móður,

vita tú, ungi Mirmant,

sorgir fært tú nógvar!”

 

42 Út varð loystur gangarin,

Mirmant skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

43 So ríður ungi Mirmant

eftir veginum fram,

forgyltir leika ringarnir,

meðan hans gangari rann.

 

44 Tað var ungi Mirmant,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

45 “Ver vælkomin, mín sæli son,

higar nú til mín,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg væntaði tín!”

 

46 Mirmant gekk í hallina inn,

tey orð talar hann fyrst:

“Sit í frið, mín sæli faðir,

trýr tú nakað á Krist?”

 

47 Mirmant gekk í hallina inn,

smílist undir lín:

“Tak við Gud og kristnari trúgv,

sæli faðir mín!”

 

48 Jallin átti ein búgvin brand,

eitur Meistartanni,

hann var ikki úr skeiðum drigin,

uttan hann fór mót spannu.

 

49 Jallin sendi brandin,

orna tók hans blóð,

hann komst niður í breiða borð,

í miðjum gólvi stóð.

 

50 Mirmant gongur á hallargólvi,

tey orð talar hann fyrst:

“Annar okra lívið láta,

ella trúgva á Krist.”

 

51 Jallin feldi brandinum,

Mirmant um hann treiv,

hvør var nærri ervinum,

ei var eg her feig?”

 

52 Tað var ungi Mirmant,

sínum svørði brá,

hann kleyv jallin, sín sæla faðir,

sundur í lutir tvá.

 

53 Svaraði frúgvin Brita,

tár á kinnar rann:

“Aldri náði Gud sólina,

ið hatta verkið vann.”

 

54 Svaraði frúgvin Brita,

tár á kinnar brá:

“Aldri náði Gud sólina,

ið hatta verkið vá.”

 

55 Tað var ungi Mirmant,

tagdi lítla stund:

“Tað var eingin syndargerð,

at vega ein heiðin hund.”

 

56 Tað var frúgvin Brita,

svarar so frá sær:

“Tóast hann var ein heiðin hund,

so var hann faðir at tær,”

 

57 Tað var frúgvin Brita,

tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

58 Blandaði hon eitur

út í vín,

bar so inn fyri Mirmant

bað hann drekka til sín.

 

59 Tá hann hevði drukkið

kerinum av,

allur hansara fagri litur

burt úr kinnunum var.

 

60 Tað var ungi Mirmant,

svarar so frá sær:

“Hetta var ikki móðurligur drykkur,

ið tú mær gav.”

 

61 “Var tað ikki móðurligur drykkur,

ið eg tær gav,

minni var tað sonarligt,

at tú tín faðir drap.”

 

62 Ikki vildi Mirmant

út av Rímsborg

tí hann hevði

fingið sút og sorg.

 

63 Mirmant leyp á gangaran tann,

ið hann sjálvur átti,

so reið hann til Fraklanda,

sum føtur bera máttu.

 

64 Tað var ungi Mirmant,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Løgdum keisar

fyri honum stóð.

 

65 “Ver vælkomin, mín fosturfaðir,

higar nú til mín!

Hvar er allur tann fagri litur

farin úr kinnum tín?”

 

66 “Mín móðir hevur mær fyrigjørt,

eg tað ikki kundi,

eg havi dripið faðir mín,

tað verður mær tungt for hendi.”

 

67 Tí svaraði Løgdum keisar,

tagdi lítla stund:

“Tað var eingin syndargerð

at vega tann heidna hund.”

 

68 Tí svaraði Løgdum keisar

fyrsta orðið tá:

“Tú skalt vera í ríki mínum

líka enn sum áður.”

 

69 Hann leiddi hann í høllina inn,

hann gav honum gangin hægst,

setti hann aftur í hásæti

at sita sær manni næst.

 

70 Svaraði frúgvin Katrin:

“Hvat man slíkum sæta?

Leingi letur tú sjúkan mann

sita yvir tínum fati.”

 

71 Svaraði frúgvin Katrin,

tók hon so til orða:

“Leingi letur tú sjúkan mann

sita yvir tínum borði.”

 

72 Tí svaraði Løgdum keisar,

letur so orðum snúgva:

“Eg biði ongan kallmannin

kvinnuorðum trúgva.”

 

73 Svaraði frúgvin Katrin,

var ei til tess sein:

“Av hesum sjúka manninum.

tað fáa vit víst mein.”

 

74 “Hoyr tú, mín hin veldiga søta,

eg vil tað ikki trúgva,

at tú vildi hesum manni

svik til handa snúgva!

 

75 Eg sá tygum í grasagarði,

tygra ástarbragdi,

søtan kossin kysti hann teg

og hendur um hálsin lagdi.

 

76 Eg sá tygur í grasagarði,

tygra ástarbragdi,

søtan kossin kysti hann teg

og hendur um hálsin legði.

 

77 Tú skalt lata mær steinsal

í oyðimark at stá,

sum teir kunnu dvørgar tveir

best við rúnir slá.”

 

78 Hann læt honum eini hús

í *oyðirnarkum gera,

av tí góða, í ríkinum var,

læt hann til hann bera.

 

79 Tað var ungi Mirmant,

í einihúsi sat,

bæði læt hann til hann bera

drekku og so mat.

 

80 Sissal er á Sikilsoy,

skortar ikki fíggja,

Mirmant sat í einihúsi

mánaðirnar tríggjar.

 

81 Hann var ikki longur í húsinum,

inntil hann tók at troyggja,

hagar heim til londini,

sum eitur Sikilsoyggjar.

 

82 Hagar heim til londini,

sum eitur Sikilsoyggjar,

tí hann hevði altíð hoyrt,

at har vóru lækningsmoyggjar.

 

83 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

gingin [er] ungi Mirmant

í frú Sissalu stól.

 

84 Tað var frúgvin Sissal,

seg til kirkju reið,

tað var hesin sjúki maður

í hennara skikkju treiv.

 

85 Tað var ungi Mirmant

í hennara skikkju tók:

“Ger tað fyri Guds skyld,

tú ráð mær heilsubót!”

 

86 Svaraði frúgvin Sissal:

“Tað er mikil vandi,

grøða tíni sárini

aðrari moy til handa.”

 

87 Tað var ungi Mirmant,

svarar so frá sær:

“Eg skal onga jomfrú lova

uttan sjálva teg.”

 

88 Tað er frúgvin Sissal,

svarar so frá sær:

“Hvøssu hevur tú fingið tað,

í drekku ella mat?”

 

89 “Við mínum faðir

fekk eg morð‑mat,

hann var kongsins hestasvein,

haðan eri eg av.”

 

90 “Tílíkur er tann,

kongurin ein,

átti sær ein

slíkan hestasvein.

 

91 Tílíkur er tann,

kongurin tann,

átti sær ein

slíkan hestamann.”

 

92 Tað var frúgvin Sissal,

so væl gav hon tí gæt:

“Í drekku hevur tú fingið tað,

men ikki út í mat.”

 

93 Hon setti hann í húsið tað,

sum einki fólk í var,

hvørki læt hon til hann bera

drekku og [ei mat].

 

94 Sissal er í ríkinum

skortar ikki fíggja,

hon var seg í húsinum

fult í dagar tríggjar.

 

95 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

gingin er frúgvin Sissal

í sjúkamannahús.

 

96 “Ljótur er tann ormurin,

fyri tínum brósti liggur,

ráði Gud faðir av himmiríki,

nær tú heilsu tiggur.

 

97 Eg skal taka tann ljóta orm

mær í munni mót,

halt tú fast um sporlið,

tí tað er okra bót!

 

98 Tá ið hasin fráni ormur,

rennur for brósti á tær,

aftur í tílíkt herberg

hevur hann ætlað sær.”

 

99 Hon mundi taka tann ljóta orm,

sær í munni mót,

hann helt eftir um sporlið,

tað var teirra beggja bót.

 

100 Hon tók upp sín lindarsaks

og klipti hann í lutir tvá,

síðan læt hon bera hann

á brennandi bál.

 

101 Grøddi hon hann í dagar,

grøddi hon hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

102 Svaraði frúgvin Sissal,

svør um sína trú:

“Hoyr tað tú, hin ungi maður,

hvøssu eitur tú?”

 

103 Tað var ungi Mirmant

svarar so for seg:

“Justinus jalsson

skalt tú nevna meg.”

 

104 Deydligt er í ríkinum,

eingin gleði at elva,

Sissal talar til Justinus:

“Vit skulu fara og telva.”

 

105 Víða leypa terningar

á talvborði fram,

fyrsta talvið Justinus

av Sissalu vann.

 

106 Deydligt er í ríkinum,

eingin gleði at elva,

Sisisal talar til Jusitinus:

“Vit skulu fara og telva.”

 

107 Víða leypa terningar

á talvborði fram,

annað talvið Justinus

av Sissalu vann.

 

108 Deydligt er í ríkinum,

eingin gleði at elva,

Sissal talar til Justinus:

“Vit skulu fara og telva.”

 

109 Ei var spart á talvborði

gull og vovin skari,

fullvæl spælir jallin,

ið faðirs bani var.

 

110 Víða leypa terningar

í talvborði fram,

triðja talvið Sissal

av Justinussi vann.

 

111 Øllum tapti Jusitinus

talvinum á borði,

tí hann tonkti alt upp á

frú Sissalu orð.

 

112 “Hóast eg líði spott og spei,”

Justinus ræður at svara:

“Líkari var mær vorið við

til Fraklanda at fara.”

 

113 Tað er frúgvin Sissal

svarar so frá sær:

“Tú tókst tað í álvara,

í gamni mælti eg mær.”

 

114 Sissal gongur for faðir sín,

sigur honum frá:

“Nú lystir unga Justinus

at kvitta her londum frá.”

 

115       Svaraði hennara sæli faðir,

leitst fram undan skildri:

“Eg tað ikki enn veit,

í hvat hann higar vildi.”

 

116 “Hann var seg so sjúkur,

hann var seg so sár,

tí var hann komin

higar at vitja vár.

 

117 Har var hann so sjúkur,

var hann seg so sár,

beiddist honum læknaðin

higar at vitja vár.”

 

118 Kongurin hann heitir

á sveinarnar tvá:

“Bið hann unga Jusitinus

í salin for meg inngá!”

 

119 Tað var ungi Justinus,

inn í salin gekk,

kongurin beyð honum næstum sær

bæði ker og sess.

 

120 “Hoyr tú, ungi Justinus,

vilt tú tað boð tiggja?

tú skalt vera í mínum ríki,

so leingi teg lystir at byggja.”

 

121 Nú koma tey tíðindi

inn á hallargólv:

“Gingin er kongurin

at stevna tær á hólm.

 

122 Gingin er kongurin

at stevna á hólm við tær,

um hana frúnna Sissalu,

hann hevur ætlað sær.”

 

123 Tí svaraði Justinus,

maðurin er hann blíður:

“Eg man einki skóna honum,

tó hann er ikki fríður.”

 

124 Tí svaraði Justinus,

maðurin er hann spakur:

“Fyri hvat skal hann stevna mær

hvat havi eg gert til sakar?”

 

125 “Nógvar tykist hann sakirnar

at vita við tær,

tú hevur sovið hjá konu tá,

hann hevur ætlað sær.”

 

126 Sissal gongur for Justinus,

letur so orðum svara:

“Vilt tú nakað, Justinus,

í mínum liði fara?”

 

127 Tað er ungi Justinus,

svarar so frá sær:

“Lítil er tann liðveitslan,

men fylgja skal eg tær.”

 

128 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði kongurin

brynjað út hundrað tólv.

 

129 Tá hevði kongurin

brynjað út hundrað tólv,

einsamallur Justinus

ríður har ímót.

 

130 So ríður hann Justinus

víðan vegin fram

klývur hvønn av um tvøra,

ímóti honum rann.

 

131 Klývur hvønn av um tvøra

ímóti honum rann,

eftir stóð tá ...

við sín triðja mann.

 

132 Tað var ungi Justinus,

sínum svørði brá,

hann kleyv kongin

sundur í lutir tvá.

 

133 Tað var frúgvin Sissal,

krevur sín sendisvein:

“Kanst tú frá ferðum siga,

um flestallir feldu ein?”

 

134 Sendiboð kom til hallar henn

síðla dags á kveldi,

eftir frú Sissal spurdi hann,

hvør reystkappan feldi.

 

135 Svaraði ein av sveinunum,

heldur um torvarann:

“Tað var ungi Justinus,

hetta stríðið vann.”

 

136 Svarar ein av sveinunum,

heldur á torvarunni:

“Tað er ungi Justinus,

stríðið hevur vunnið.”

 

137 Tað var frúgvin Sissal,

sló so upp í gleim:

“Góðari stund tá grøddi eg

tann gæviliga svein.”

 

138 Riðu teir til hallar heim

við brynjaðar hestar:

“Nú er einki annað at gera,

frú Sissalu at festa.”

 

139 Mirmant liggur í síni song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Fraklanda,

mín fosturfaðir at finna.”

 

140 “Fert tú teg til Fraklanda

at finna fostru tína,

síðla dags tú kemur tá

aftur at vitja mín.”

 

141 Tað var ungi Mirmant,

leyp til góðan hest,

so reið hann til Fraklanda,

sum føtur bóru best.

 

142 Tað var ungi Mirmant,

heim í garðin. fór,

úti frúgvin Katrin

fyri honum stóð.

 

143 “Ver vælkomin, Mirmant,

higar nú til mín,

deyður er hann Løgdum keisari, 

fosturfaðir tín!”

 

144 Mirmant vendi sín hest í spring,

skuldi av garði ríða,

Katrin fekk í teymarnar,

hon bað hann heima bíða.

 

145 “Sissal í Sikilsoy

kær er vorðin tær,

annan hevur hon loynimann

í loyndum hjá sær.

 

146 Annan hevur hon loynimann

í loyndum hjá sær, 

Steffan jalsson

hann er frúnni kær.”

 

147 Tað var frúgvin Katrin,

tók sær ker í hand, 

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

148 Blandaði hon mjøðin

út í vín,

og so mikið óminni,

læt hon har útí.

 

149 Og so mikið óminni

læt hon har útí,

ber so inn fyri Mirmant.

biður hann drekka til sín.

 

150 Mirmant tók við kerinum,

ristir kross fyri sær:           

“Gud og milda Maria moy

veri nú við mær.”

 

151 Tá hann hevði drukkið,

greint aftur ker,

mintist ei til Sissalu,

ei hvar ið hon er.

 

152      Tað er frúgvin Sissal,

gár for faðir sín sæla:

“Nú lystir meg til Fraklanda

at finna Mirmant á mál.”

 

153 “Hoyr tú, mín hin sæla dóttir,

vilt tú við friðum gá,

trý hundrað raskar riddarar

tað skalt tú við tær fá.”

 

154 Út varð loystur gangarin,

Sissal skuldi [á] ríða,

hann var prýddur við skarlak

niður á miðal síðu.

 

155 So ríður hon Sissal

við trý hundrað mann,

forgyltir leika ringarnir,

hennara góði gangari rann.

 

156 Nú koma tey tíðindini

inn á hallargólv:

“Gingin er hann Jógvan kongur

at stevna tær á hólm.”

 

157 Svaraði ungi Mirmant,

maðurin er hann spakur:

“Fyri hvat vil hann stevna mær,

hvat havi eg gert til saka?”

 

158 “Nógvar man hann sakirnar

vita við tær,

tú hevur sovið við konu ta,

hann hevði ætlað sær.

 

159 Svaraði ungi Mirmant,

maðurin er hann blíður:

“Eg man einki skóna honum,

tóat hann er ikki fríður.”

 

160 Katrin gongur for Mirmant,

letur so orðum svara:

“Vilt tú nakað, Mirmant,

í mínum liði fara?”

 

161 Tað var ungi Mirmant,

svarar so frá sær:

“Lítil er tann fosturskapur,

men fylgja skal eg tær.”

 

162 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reysti Jógvan kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

163 Tað var hin ungi Mirmant

skuldi í herin ríða,

tóktist honum sum báðar hendur

vóru bundnar við síðu.

 

164      Teir høgga títt, teir líva lítt,

duplur hanga við stengur,

maktast ungi Mirmant,

í víggi tar hann stendur.

 

165 Teir høgga títt, teir líva lítt,

blóðið dreiv til ský,

maktast ungi Mirmant,

ið víggi stendur í.

 

166 Teir høgga títt, teir líva lítt,

av dró barnagaman,

møtti honum frúgvin Sissal,

tá bar báðum saman.

 

167 Tað var frúgvin Sissal,

leit upp yvir seg:

“Harra Gud av himmiríki

gevi mær sigur á teg.”

 

168 Mirmant reið mót Sissalu,

øllum tókti undur,

hesturin nígur aftur um døv,

og skaftini gingu sundur.

 

169 “Harra Gud í himmiríki,

mikil er tín makt,

so var Mirmant í víggi staddur,

opin fell hann aftur.

 

170 Sissal krevur sín sendisvein,

biður hann fara og renna:

“Gakk fram fyri harran tín,

vita um hann teg kennir!”

 

171 “Eg setti teg hjá míni frú,

ein so lítil svein,

hvøssu ert tú komin her

í heidna manna reið?”

 

172 Svaraði frúgvin Sissal

alt foruttan ekka,

her hevur tú reglur tvær,

tú skalt av báðum drekka.

 

173 Hann drakk av teim reglum tveim,

Gud gav honum grøði,

hann sprakk á fold við lítil sprongd,

kendi ei til møði.

 

174 Tað var frúgvin Sissal,

leit seg undir borg,

tá sá hann tá ríku frú,

henni hevði vunnið sorg.

 

175 Tað var frúgvin Sissal,

heim í garðin fór,

úti frúgvin Katrin

fyri henni stóð.

 

176 Hon gav henni høgg á tenn

við sínum flata lógva,

aðrari hondini kinnpústing

við síni gyltu glógvu.

 

177 Hon gav henni kinnpústing,

so av fall silkihúgva:

“Eg skal læra teg Katrin,

tú kundi so væl at ljúgva.”

 

178 Hon gav henni kinnpústing

undir sín høgra vanga,

við aðrari hond eitt hálshøgg,

so tungan úr henni hanga.

 

Gár í dans flúva, brúnfagur hjún!

Dansa med hinandan

so fagurliga, sum tú kann!

Gár í dans flúva!

 

CCF 109 B

TSB D 389

 

Handrit: Hentzasavn. Ny Kongelig Samling 1954, 4to. Nr. 2, s. 20.

 

Útgávur:  

1. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 118

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus  greiddi til útgávu, 1968) Band V, s. 249

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannis í Króki  (1794-1869), Sandi, 1819

 

D 389 Mirmants kvæði (Father tries in vain to avoid the fate of being killed by his son)

Maður droymir, at ein ormur kemur út úr bringuni á konu hansara og leggur á hann. Vegna henda dreym sendir hann stutt aftaná sonin burtur at verða aldur upp í útlondum. Ein dagin kemur sonurin, Ormur, heim aftur at vitja foreldrini, og meðan hann er har, drepur hann av óvart pápa sín. Hetta nítur móðurini ógvuliga hart, og hon gevur honum ein drykk, sum ger hann sjúkan. Hann fer aftur til fosturforeldrini. D: Fosturfaðir hansara sendir boð eftir einum lækna at fáa hann frískan, og síðani giftir hann dóttur sína við honum. F: Ormur frættir um eina kvinnu, sum kanska fær lekt hann, og fer av landinum at leita hana upp. Hon lekir hann, og tey giftast. Seinni fer Ormur heim at vitja, men fosturmamman gevur honum ein drykk, sum fær hann at gloyma konu sína. Konan kemur eftir honum, og hann revsar forturmammu sína.

á føroyskum: CCF 109 (eisini á donskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020