• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Støddfrøði á A-, B- og C-stigi

12.10.2020
Nýggju námsætlanirnar í støddfrøði eru galdandi fyri allar breytir á miðnámi.

Nám hevur eftir áheitan frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum gjørt nýggjar námsætlanir í støddfrøði á A-, B- og C-stigi.

Námsætlanin í støddfrøði á C-stigi varð løgd á heimasíðuna í summar og er galdandi fyri yrkisnám og allar breytir á miðnámi.

Námsætlanirnar í støddfrøði á A- og B-stigi eru nú somuleiðis lagdar á heimasíðuna og eru galdandi fyri allar breytir á miðnámi. Námsætlanirnar hava gildi frá 1. august 2020.

Næmingar, sum eru byrjaðir skúlagongdina áðrenn 1. august 2020, skulu framvegis fylgja áður galdandi námsætlanum.

Námsætlanirnar í støddfrøði liggja her.

 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020