• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Hey Ruby

13.11.2020
Teldulig hugsan á Bókadøgum

Fyri Nám hevur Hendrik Jacobsen týtt Hey Ruby hjá kenda finska forritaranum Linda Luikas. Hon hevur skrivað eina røð av barnabókum um Ruby, sum fer á ævintýrferð í gandakendari tøkni.

Hóast bókin er um tøkni og teldu, so snýr hon seg ikki beinleiðis um at læra at forrita, men leggur dent á at vísa, hvussu til ber at skilja hugtakið telduliga hugsan.

Í bókini læra børnini at liða stórar spurningar sundur í smærri, finna mynstur, gera stigvísar ætlanir og at hugsa út um mørk. Tankin er, at børnini verða bitin av uppgávunum aftast í bókini, og at tey brúka hugflogið at loysa tær. Hvør kapittul er ein lítil søga um heimin hjá Ruby. Samanlagt eru níggju smáar gongdir við telduligari hugsan.

Bókin er gjørd soleiðis, at børn og vaksin lesa hana saman.

Hendrik Jacobsen, sum hevur týtt bókina, sigur at Hey Ruby er serliga áhugaverd, tí at hon á ein ævintýrakendan hátt og so leikandi lætt lýsir fyri børnum, hvussu heimurin við innfeldum, kompleksum kt-veruleika er, uttan at brúka ein einasta tíma framman fyri skýggjan. - Kortini fært tú eina innføring í og fatan av einum truplum og samansettum bygnaði, sigur Henrik um nýggju bókina og avrikið hjá finska høvundanum, sum hann týðuliga er hugtikin av.

- Eg fekk hugskotið at týða bókina, tá eg royndi at lesa hana fyri abbadóttrini úr enskum. Avbjóðingin í týðingini er, at fáa eitt mál, ella at verða samdur um eitt mál, tá tú tosar um kt, sigur Hendrik og upplýsir, at eisini Málráðið hevur lisið tekstin og er sloppið at laga hann til.

- Til dømis eitir computational thinking nú á okkara máli "teldulig hugsan". Tað vil siga, at hugsa telduliga, sum ikki merkir, at teldur hugsa, men at tú hugsar soleiðis, at tað kann gerast av eini teldu.

Bókin Hey Ruby verður løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum mikudagin 18. november kl 17, tá finski rithøvundurin, Linda Liukas, verður við á skýggja, bæði í fyrilestri og samrøðu. Aftaná verður prát við týðaran, Hendrik Jacobsen.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2020