• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Landsroyndarfrágreiðing 2020

11.12.2020
Frágreiðing um landsroyndina 2020 er nú tøk á heimasíðuni hjá Próvstovuni

Tíðindaskriv um landsroyndarfrágreiðingina

Í døgunum 22. – 24. sept. vóru allir næmingar í 5. og 7. flokki til landsroynd. Vanligt er, at landsroyndin liggur í apríl, og at tað eru næmingar í 4. og 6. flokki, sum eru umfataðir av royndini. Men orsakað av Covid-19 varð royndin útsett, og avgjørt varð, at næmingarnir, sum áttu at luttikið í royndini í apríl, vóru til landsroynd í september. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru & tøkni.

27. november varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Harumframt verða uppgávurnar í royndini bornar saman við undirvísingartilfari, námsætlanum og tilmælini úr PISA frágreiðingini 2019. Landsroyndarfrágreiðingin er nakað øðrvísi í ár, og er hetta ein liður í menning av uppgávunum og førleikamenning av uppgávunevndunum. Próvstovan arbeiðir við at gera landsroyndarfrágreiðingina betri, soleiðis at hon lættari kann brúkast sum eitt amboð til eftirmeting á skúlunum.    

Landsroyndarfrágreiðingin kann takast niður her

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021