• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Sangfilmur vann filmskappingina hjá Námi

14.12.2020
Fríggjakvøldið vann 20y á Glasir kappingina hjá Námi við filminum "Havið er eitt mysterium".

 

 

 

Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru

við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um

Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum.

Á heimasíðuni um Heimsmálini er slóð til at síggja filmarnar

Aftaná filmsýningina savnaðust øll í flokkinum

framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt

mysterium", sum er kjarnin í filminum.

 

Eitt perfect match

 

Árni Øregaard, sum er formaður í dómsnevndini,

segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í

eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.

 

”Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í

sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara

hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera,

er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað

hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein kjarna í ocean

literacy. At fata og skilja havið á ein støðugt nýggjan hátt, sum vit

eisini seta okkum fyri at fortelja øðrum um,” segði Árni, sum er marmiðlasmiður

í Námi.

 

Vit vóna at tit hava havt tað stuttligt

 

Tóra Petersen segði, at tey í Námi og í

dómsnevndini gleddust um luttøkuna hjá næmingunum í filmskappingini.

 

”Vónin er, at tit øll, bæði tit sum hava

vunnið og tit sum ikki vunnu hesuferð, hava lært okkurt. Kanska tit hava lært okkurt

nýtt um heimsmálini og um havið? Kanska tit hava lært okkurt nýtt um tað at

gera film? Og kanska tit hava lært okkurt um, hvussu tit hvør sær arbeiða,

hvussu tað er at arbeiða í einum bólki, og hvussu tað er at loysa eina uppgávu,

sum hevur nøkur krøv, samstundis sum uppgávulýsingin gevur stórt frælsi. Kanska

eru tit vorðin greið yvir, hvat tit duga væl og hvat tit kundu hugsað tykkum at

duga betri? Og mest av øllum, so vóna vit eisini at tit hava havt tað stuttligt,”

segði Tóra, sum er nýsettur trivnaðarráðgevi í Námi.

 

Næmingarnir kenna nógvar filmar

 

Dómsnevndin, sum taldi fimm fólk, var hugtikin

av nógvum filmum og serliga teirra tilsipingum til aðrar filmar, ella

intertekstualitet.

 

Birgir Kruse helt fyri, at ”eini filmurin

leiðir tankarnar til Baz Luhrman, tí filmurin er ein duell í sólbrillum, poetry

slam, millum tveir persónar, sum greitt geva úttrykk fyri teirra

grundsjónarmiðum um burðardygd, og at avbjóðingin er ikki eintýðug og

sjálvsøgd. Eitt gott

tíðardokument, sum eisini kann vera stand up poetry slam show, so góður er

teksturin.

 

Ein annar filmur er tættpakkaður við vitan og

upplýsingum um havið. Í einum sekvensi síggja vit eina lummalykt lýsa á

dálkingarkeldur. Eitt sigandi signal um mest dálkandi partin í føroyskum øki,

sum allíkavæl ikki telur við.

 

Huglagið í einum øðrum filmi er ljóst og

hugvekjandi. Vónin um framtíðina er grundarsteinurin í einum fangandi videolagi

um tað mystiska havið. Tað er ikki sørt, at vit fanga okkum í at syngja við”

segði Birgir, sum er ritstjóri í Námi.

 

Plast er ein avbjóðing í havinum

 

Karina og Sólvá, søgdu, at ”Ein annar stuttur

filmur er upptikin á eini brúgv í Klaksvík. Meðan vit síggja flotan liggja

hinumegin, fer einsamalli leikarin at fiska og fær ein evarska lítlan fisk, sum

hann stingur í lumman. So flytir kamera og vit síggja eitt fjall av

plastikkfløskum. Hugvekjand stuttfilmur, sum leiður tankarnar aftur til tað

komiska og slap stick show hjá Buster Keaton í svørtum-hvítum í tjúgunum.”

 

Tær hildu fram við at vísa á, at í vikuni

hoyrdu vit, at plast er ein avbjóðing og at heimsins mest dálkandi fyritøkur á

hesum øki eru coca cola og pepsi við teirra plastfløskum.

 

”Tí er tað serstakliga áhugavert, at eini

flokkurin hevur valt at brúka plastfløskuna og lívið hjá eini plasfløsku sum

fast sjónarhorn í øllum filminum. Og so verður spolað aftur og vit síggja alt í

rewind. Neyðars GoPro kamera, helt dómsnevndin, tá fløskan ikki bara fór á

sjógv, men eisini í fløskuautomatina, søgdur Sólvá, sum er ráðgevi og Karina,

sum er ritstjóri í Námi.

 

Í einum filmi verður ein fløskupostur drigin

fram og settur inn í eitt tíðarperspektiv.

 

Dómsnevndin var samd um, at besti einstaki

sekvensur er undirsjóvarmyndir í einum baðikari, har høvuðsleikarin viklar seg

inn í plastikk, og sær burturkast detta niður í váta elementið. Ein estiskt

serstakliga væl frágingin roynd, ið hugtók øll, segði dómsnevndin, sum eisini

nevndi hesar filmar:

 

”Tveir drongir ganga í gøtuni og leita eftir

eini skerllispann. “Blak bara”, sigur annar. “Blak bara!” Í einum ræðufilmi

síggja vit eina gentu føða eitt plastikkbarn. Í einum øðrum føri er

høvuðspersónurin á seiðabergi. Heimkomin steikir hann fiskin - og doyr. Í einum

filmi síggja vit ein bommpakka úr plasti fara avstað í vindinum. Ikki ólíkt

“American beauty”. Referansurnar eru nógvar og vitanin um film er stór,” segði

dómsnevndin.

 

Vinnarafilmurin lýkur allar treytir

 

Hugskotini vóru nógv á filmskvøldinum, og

dómsnevndin fekk torføru uppgávuna at sortera og velja burturúr. Men veljast skuldi

og Eyðun Gaard, stjóri í Námi, fekk úrskurðin hjá samdu dómsnevndini, sum

staðfesti vinnaran soleiðis:

 

"Vinnarfilmurin lýkur allar treytir, ið

eru settar til kappingina, har úrvalda evnið er heimsmál nummar 14, sum er

lívið í havinum og hugtakið “Ocean Literacy”.

 

Umframt hetta formalistiska krav, er

dómsnevndin eisini av teirri fatan, at filmurin ikki bara er alment upplýsandi,

men eisini er inspirerandi og lyftir filmaðu framsetingina upp í nýggjar

hæddir, so vit kunnu syngja afturvið. Vinnandi filmurin er ein hybrid filmur,

sum eisini rúmar sangleikahevdini.

 

Umframt at fáa okkum at undrast um havið, fær

hann okkum at syngja um havið.

 

Fyri hetta inspirerandi avrik heldur

dómsnevndin, at vinnandi filmurin í stuttfilmskappingini hjá Námi eigur at vera

“Havið er eitt mysterium” hjá 20y á Glasi.

 

Til lukku við avrikinum, til lukku við

vinninginum".

 

Eftir at hava lisið grundgevingina frá

dómsnevndini, handaði Eyðun umboðum fyri flokkin, sum høvdu gjørt vinnandi

filmin, heiðursbræv, ið prógvar, at tey hava vunnið 30.000 krónur.

 

Vit ynskja 20y á Glasi hjartaliga til lukku

við kveikjandi filminum og góða sanginum um havið!

Á heimasíðuni um Heimsmálini er slóð til at síggja filmarnar

 

 

 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021