Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, og Próvstovan er partur av Námi.
Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og ger undirvísingartilfar og stendur saman við Próvstovuni fyri próvtøkunum í skúlaverkinum. Starvsfólkið verður partur av kt-toyminum. Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi og Próvstovuni við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning. Tann, ið settur verður, fer at hava stóra ávirkan á innihaldið í starvinum.
Umsøkjarin skal vera kreativur, kveikjandi, álitisvekjandi, framsøkin og sjálvstøðugur.
Arbeiðsøkið fevnir um at vera við til at:
Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:
Umsøkjarar, ið hava viðkomandi námsfrøðiliga útbúgving, kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring, kunnu hava fyrimun.
Setanarviðurskifti
Vit bjóða eitt sera spennandi og avbjóðandi starv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skal tann, ið settur verður, vera við til at mynda starvið og starvsinnihaldið. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. mai 2021 ella skjótast gjørligt.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á
tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 11. apríl 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.