• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Broytingar í próvtøkum hjá 10. flokki

25.05.2021
Skrivligu próvtøkutíðirnar hjá 10. flokki broyttar.

Fráboðað verður, at skrivligu próvtøkurnar hjá 10. flokki í støddfrøði og enskum verða broyttar til ávikavist hósdagin 27.- og fríggjadagin 28. mai 2021.

Sambært kunngerð nr. 15 frá 28. februar 2013 um próvtøkur fólkaskúlans § 5 ásetur Mentamálaráðið (Próvstovan) tíðarkarmar fyri munnligu og skrivligu próvtøkurnar.

Próvstovan boðar við hesum frá, at manglandi skrivligu próvtøkurnar í 10. flokki verða soleiðis:

  • Hósdagin 27. mai 2021 kl. 9.45 – Støddfrøði
  • Fríggjadagin 28. mai 2021 kl. 10.15 – Enskt

 

 

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021