• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Landsroyndarfrágreiðing 2021

15.06.2021
Frágreiðing um landsroyndina 2021 er nú tøk á heimasíðuni hjá Próvstovuni

 

Tíðindaskriv um landsroyndarfrágreiðingina

Í døgunum 27. – 29. apríl vóru allir næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.

10. juni varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni. Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Eins og frágreiðingin, sum kom út í november í fjør, verður í hesari gjørt nakað burtur úr viðgerðini av úrslitunum.

Í niðurstøðuni verður greitt frá tí arbeiði, sum verður gjørt framyvir. Sum nevnt varð í november, heldur arbeiðið at menna uppgávurnar fram, hetta verður gjørt saman við uppgávunevndunum.

Landsroyndarfrágreiðingin, saman við hagtølum, ið verða send skúlunum, eru amboð, ið skúlar brúka sum eftirmetingaramboð.

Landsroyndarfrágreiðingarnar kunnu takast niður her

 

 

 

 

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021