• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Tvey størv sum kt-fólk

16.07.2021
Nám sóknast eftir tveimum dugnaligum og ágrýtnum kt-didaktiskum ráðgevum til setanar 1. september 2021

 

Talan er um tvey fyribilsstørv fyri fólk í farloyvi fram til 31. juli 2022. Annað starvið kann verða parttíðarstarv, t.d. hálv tíð. Starvið kann eisini samskipast við lærarastarvið í fólkaskúlanum.

Tørvur er á tveimum ráðgevum, ið kunnu vera við til at menna kt-didaktiska økið, serliga í fólkaskúlanum. Tey, ið sett verða, fara at hava stóra ávirkan á innihaldið og ráðleggingina í starvinum. Talan er tí um fjølbroytt og áhugaverd størv, har møguleiki er fyri fakligari og persónligari menning.

Nám er stovnur undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymiskar tænastur sum útlán av skúlatilfari, skeið, Snar, Office365 og gevur út undirvísingartilfar. Ráðgevarnir verða partur av kt-toyminum.

 

Arbeiðsøkið fevnir um:

•       At ráðgeva skúlunum í kt-didaktiskum spurningum.

•       At ráðgeva skúlunum og hjálpa við at verkseta talgildar pallar í undirvísingini (sum t.d. Office365 og WISEflow).

•       At skipa fyri skeiðum og hava tætt samband og samstarv við skúlarnar.

•       At vera við at menna kt-námsfrøðiliga partin í útgávunum hjá Námi.

•       At veita support til skúlar.

 

Vit leita eftir persónum, ið hava:

•       Útbúgving sum fólkaskúlalærari ella samsvarandi.

•       Góðan førleika at seta teg inn í talgildar loysnir.

•       Hugflog at hugsa í nýggjum leiðum og dirvi at royna hetta í verki.

•       Góðan teldukunnleika og kunnleika til mál – serliga føroyskt, men eisini norðurlendskt og enskt.

•       Góð samstarvsevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

•       Royndir við at verkseta kt í skúlaverkinum.

 

Umsøkjarar, ið hava serliga viðkomandi eftirútbúgving t.d. innan kt og læring, viðkomandi kt-didaktiskar royndir ella hava royndir í verkætlanarleiðslu og verkætlanarstýring hava fyrimun.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða tvey sera spennandi og avbjóðandi tíðaravmarkað størv við nøkrum bundnum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakkarmar. Harafturat skulu tey, ið sett verða, vera við til at mynda størvini og starvsinnihaldið. Størvini verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag við setan 1. september 2021 ella skjótast gjørligt. Møguliga kunnu størvini gerast føst størv, tá setanartíðin er farin, um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við telduposti á eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin tann 15. august 2021 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo

 

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021