• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Tekna tað tú sært og ikki tað, tú heldur teg síggja!

15.09.2010
Undir hesi yvirskrift bjóðar Listasavn Føroya skúlaflokkum at njóta ein tíma á savninum saman við savnslæraranum Oggi Lamhauge. Savnsfagnaður fyri skúlaflokkar verður í vikuni eftir heystfrítíðina frá 18. til 22. oktober.

Savnslærarin fer í stuttum at greiða frá standmyndunum á og uttan fyri savnið. Síðan fáa næmingarnir høvi til at tekna eina standmynd í stuttum teknivenjingum. Dentur verður lagdur á, at næmingurin skal tekna tað, hann sær, soleiðis sum hann sær tað, og ikki tað, sum hann heldur seg síggja.

Teknað verður á karduspappír í A3 stødd við Caran d´Ache vokskriti. Savnið hevur eitt flokssett av tekniplátum í hóskandi stødd sum undirlag undir pappírinum, tá teknað verður.

Fyri hvønn flokkin tekur hetta umleið ein klokkutíma.

Mint verður á tekni- og filmskappingina fyri børn og ung, sum Savnsfagnaður 2010 hevur útskrivað. Á Savnsfagnaðarsíðuni her á SNAR ber til at lesa meira um søvnini og kappingarnar. Freistin at lata tilfar inn er 30. september.

Lagt út: Wenche Andreassen, ritstjóri

|
Atknýttar fílur
Um Janus Kamban og standmyndina SmágentaUm Hans Paula Olsen og standmyndina Sitandi maður
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021