• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

100.000 ringmerkingar av fuglum

21.01.2011
2010 gjørdist árið, tá vit rundaðu tær 100.000 ringmerkingar framdar í Føroyum.

Ringmerking er ein sera týðandi liður í at fáa meira vitan um fugl, t.e. hvussu hann livir og ferðast. Men tað er tó ikki nóg mikið bara at seta ein ring á fuglin. Fyri at arbeiðið skal hepnast, er minst líka týdningarmikið at fáa fráboðanir, tá fólk finna bæði livandi og deyðan ringmerktan fugl.

Í tey sløku hundrað árini (1912 til 2010), ið vit hava ringmerkt fugl, eru 102.766 fuglar vorðnir merktir. Ein fyribils uppgerð vísir, at 3.198 fuglar vórðu ringmerktir í Føroyum í 2010, og at talan er um 27 fuglasløg.

Les meira á www.ngs.fo/Default.aspx?ID=9431&PID=10187&NewsID=3468&Action=1

 

Kelda: www.ngs.fo

Lagt út: Heini Nygaard, lærugreinaráðgevi

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021