Arbeiðsbókin er eins og næmingabókin býtt í fýra partar: vistfrøði, arv og umhvørvi, arv og lívmenning og nøring. Í arbeiðbókini eru vegleiðingar til venjingar, minnist-tú spurningar, hevur-tú-skilt spurningar og uppgávur.
Tað er umráðandi, at næmingarnir sleppa at gera royndir í lívfrøði. Við arbeiðsbókini er møguleiki at fara undir spennandi royndir viðvíkjandi ljóssamevning, anding, niðurbróting, at kanna plantuæti og dýraæti undir sjóneyku, at kanna vatn, at kanna vetrarlitin á haru, at kanna hædd og vekt á fólki, at planta setkvistar og mangt annað.
Bókin er liður í einari bókarøð til 7. - 9. flokk í fólkaskúlanum. Magnus Gaard hevur skrivað, Pól Jespersen er ritstjóri, Hannis Egholm hevur sett bókina upp, og í fakliga og námsfrøðiliga stuðulsbólkinum til Lívfrøði 2 vóru: Karl Thomsen, Annbritt Toftegaard, Búi Brattaberg og Jóanes Árting.
Á myndini: Hannis Egholm, grafikkari, Magnus Gaard, høvundur, og Pól Jespersen, ritstjóri.