• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Arbeiðsbók til lívfrøðibókina

16.11.2009
Skúlabókagrunnurin gevur út arbeiðsbók til lívfrøði í 7. flokki. Magnus Gaard, studentaskúlalærari, hevur skrivað.

Arbeiðsbókin hevur á leið sama bygnað sum næmingabókin. Einasti munurin er, at í arbeiðsbókini er parturin um lívfrøði í verki ikki við.

Bókin fevnir um: vegleiðingar til venjingar, minnist tú spurningar, hevur tú skilt spurningar og uppgávur. Uppgávurnar eru annaðhvørt rokniuppgávur, venjing í at gera ættartrø ella krossingarskipanir í arvalæru.

Arbeiðsbókin eitur "Lívfrøði 1", men næmingabókin, sum kom út í summar, eitur "Lívfrøði til 7. flokk". Orsøkin, at heitið er broytt, er, at tað verður mett óheppið at avmarka bókina til 7. flokk, tí hon kann eisini verða brúkt á øðrum aldurstigum. Næsta upplag av næmingabókini kemur eisini at eita "Lívfrøði 1".

Bókin verður at fáa hjá Bókamiðsøluni frá týsdegnum 17. novembur.

Les meira um bókina.

Les meira um bókaheildina.

Lagt út: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021