• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Avritssíður til Vinir mínir og eg 2

04.09.2011
Avritssíðurnar í Lærarabókini til Vinir mínir og eg 2 eru nú tøkar í litum á Snar.

Avritssíðurnar til nýggju bókaheildina til Kristni í 2. flokki, Vinir mínir og eg, eru nú klárar at taka niður her . Slóð til síðuna er eisini at finna á heimasíðuni hjá Vinir mínir og eg bókarøðini www.snar.fo/vita

Tað eru Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo, sum hava skrivað bókaheildina, og Ingi Joensen og Lise Golbe hava sniðgivið.

Vinir mínir og eg hevur nógv spennandi tilfar. Saman við firvaldinum Vitu kunnu næmingarnir uppliva mangt og hvat og hoyra søgur úr Bíbliuni um fleiri av dýravinum hennara. Vita møtir Mósesi, sum fekk tey 10 boðini, Jesusi, sum gjørdi nógv undurverk. Eisini hittir hon H. A. Djurhuus, Mikkjal á Ryggi og Martin Joensen, sum duga so ógvuliga væl at seta orð saman. Vita lærir at syngja sálmar, at biðja faðirvár og mangt annað.

Høvundarnir hava skeið fyri lærarum at brúka bókaheildina Vinir mínir og eg í Námi 6. og 7. mars 2012.

 

|
Atknýtt tíðindi
Nýggj lærarabók í kristniVinir mínir og eg
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021