• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Bræða glas í skúlanum

31.10.2011
Lærarar í handaverk og list eru í løtuni á skeiði í glaslist hjá Sjúrði Hansen.

Í skeisðskránni hjá Námi fyri skúlaárið kallaðist eitt av skeiðunum Glaslist - at bræða glas. Áhugin fyri hesum skeiði var so stórur, at fleiri enn 50 teknaðu seg, og tað er bert møguligt at hava 12 luttakarar í senn. Tí varð skeiðið duplerað, soleiðis at 24 lærarar samanlagt sleppa til skeiðið í ár.

Fyrra skeiðið er nú byrjað, ið er yvir 4 dagar við nøkrum døgum ímillum.

Endamálið við skeiðinum er at gera lærarar førar fyri at arbeiða við ymiskum sløgum av glasi og gera prýðislutir og nýtslulutir burturúr tí. Skeiðið er skipað soleiðis, at lærarar skulu kunna arbeiða listarliga við bæði smærri og eldri børnum.

Sjúrður Hansen er lærari í handaverki og list, og hann var við í bólkinum, sum Landsskúlafyrisitingin á sinni setti at leggja lunnar undir nýggju lærugreinina handaverk og list.

Glastilfar hevur verið kent í meiri enn 4000 ár og hevur drúgva og spennandi søgu at vísa á. Á skeiðinum fáa lærarar høvi at arbeiða við trimum sløgum av glasi: bulls eye, rútaglasi og fløskubrotum. Skeiðini eru í smíðstovuni í Føroya Læraraskúla.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021