• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Endiliga komu tær

16.08.2010
Føroya Skúlabókagrunnur gevur út bókaheildir í kristni til 1.flokk og 4. flokk. Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo hava skrivað 1. floksbókina, og Jón Magnus Joensen hevur skrivað bókina til 4. flokk.

Kristni í fyrsta flokki verður ein sonn uppliving. Við práti, søgum, uppgávum, spølum, bólkaarbeiði, sangi og skapandi arbeiði læra næmingarnir um bíbliusøgu, kristindóm, siðvenju og alt sum annars hoyrir lærugreinini til.

Ein vera, sum eitur Vita, leiðir næmingarnar ígjøgnum kristnibókina í 1. flokki:
“Vitu dámar ógvuliga væl at ferðast og at hoyra søgur. Ein av mongu ferðum hennara byrjar í hesi bókini. Vita er eygnavitni til alt, sum hendir í kristnibókini, og hon fylgir væl við.

Vita sær, at Ádam og Eva búgva í einum urtagarði eins og hon sjálv.”
– Brot úr søguni: Ferðin hjá Vitu.
Kristnibøkurnar til 1. flokk hava heitið Vinir mínir og eg – kristni 1. Tóra við Keldu og Jónfríð Foldbo hava skrivað og Ingi Joensen og Lisa Golbe hava staðið fyri tí myndlistarliga partinum.
 
Kristnibókin til 4. flokk hevur heitið Kristni 4. Tólv fjølbroyttir kapitlar um bíbliusøgu, kirkjusøgu, lívsspurningar og siðvenju geva næmingunum eina breiða fatan av lærugreinini. Bókin leggur upp til prát og undran. Spurt verður m.a.:
- Kunnu vit skapa við orðum okkara?
- Hvussu sær Gud út?
Jón Magnus Joensen hevur skrivað Kristni 4 og Hannis Egholm eigur tekningar og layout. Allan Davidsen hevur tikið myndir til bókina. Arbeiðsbókina hava Anni Arge Lamhauge og Janni Johansen myndprýtt og sett. Lærarabókin kemur út seinni í ár.

Slóð til Kristni 1
Slóð til Kristni 4

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021