• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Føroyskt flytifuglaatlas

09.02.2011
Í sambandi við, at Føroya Náttúrugripasavn í samstarvi við Zoologisk Museum í Keypmannahavn ætla at útgeva eitt flytifuglaatlas, heita tey á fólk um at hjálpa við at myndpríða atlassið við fuglamyndum.

Nú verður arbeitt við at gera eitt føroyskt flytifuglaatlass.

Tað er Zoologisk Museum í Keypmannahavn, sum í samstarvi við Føroya Náttúrugripasavn ætlar at útgeva flytifuglaatlassið. Danmark og Grønland góvu út hvør sítt í ávíkavist 2006 og 2003, og ætlandi kemur tað føroyska út seinni í vár. Í tí sambandi vilja vit biðja um tykkara hjálp at príða atlassið við myndum av teimum fuglum, ið koma at verða viðgjørdir í atlassinum. Tað er tíðanverri ikki gjørligt at gjalda fyri myndirnar, men myndatøkufólk verða viðurkend, og fáa somuleiðis eitt frítt eintak av atlassinum, tá ið tað kemur út. Vit vóna, at tit vilja geva tykkara íkast til eitt atlas, sum ivaleyst verður ein varði í føroyskari fuglafrøði.

Um tit eru áhugaði at verða við, so biðja vit um at myndirnar eru:

1. Tiknar í Føroyum
2. Myndaloysni er minst 300 dpi, og ikki størri enn 10 x 15 cm ella 15 x 10 cm (ca. yvir 1500 px annan vegin)
3. Ikki fleiri enn 2 myndir av hvørjum fuglaslagið
4. Um fuglurin er ringmerktur er tað eitt bonus, men ikki eitt krav

 
Listin yvir fuglar kann heintast við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri. Fuglarnir, ið standa skrivaðir við feitari skrift, eru top 10.

Hann er í xls format: http://dl.dropbox.com/u/3853579/artslistefoto.xls

og pdf: http://dl.dropbox.com/u/3853579/artslistefoto.pdf

Eisini leita vit eftir mynd, sum kann brúkast á forsíðuni, og sum helst er eitt sindur meir estetisk ella listarligar (til danska atlassi var ein flott silhouette av einum staraflokki brúkt: www.zmuc.dk/ringatlas/), vónandi kann mynd finnast, sum sigur nakað um Føroyar, flytifuglar ella ringmerking í Føroyum. Somuleiðis ynskja vit eisini at frætta, um tit hava myndir, sum lýsa ringmerkingasøgu ella generella fuglagransking í Føroyum. Um tit halda tykkum hava onkrar slíkar myndir, ynskja vit tær so stórar sum gjørligt.
Myndir skulu sendast til: shammer(kurla)snm.ku.dk


Um tú hevur nakrar spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Sjúrð Hammer á tlf: +4552652244 ella teldupost: shammer(kurla)snm.ku.dk.

Kelda: www.ngs.fo

Lagt út: Sigfríður Abrahamsen, ritstj.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021