• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Fyrilestur um didaktik í náttúrulærugreinunum

19.10.2009
Hósdagin 22. oktober kl. 15.00 fer Jens Dolin, leiðari á "Institut for Naturfagenes Didaktik" á universitetinum í Keypmannahavn, at halda fyrilestur um didaktiskar trupulleikar í undirvísingini í náttúrulærugreinunum.

Tíðindaskriv frá Føroya Læraraskúla

Jens Dolin, sum er leiðari á "Institut for Naturfagenes Didaktik" á universitetinum í Keypmannahavn, fer hósdagin 22. okt. kl. 15.00 - 17.00 at halda fyrilestur í auluni á Føroya Læraraskúla.

Fyrilesturin hevur heitið: Kompetenceudvikling gennem naturfagsundervisning

Í stuttum kann fyrilesturin lýsast sum ein áhugaverd og breið gjøgnumgongd av didaktiskum trupulleikum innan náttúrfaksøkið, har mong praktisk dømi verða nýtt til at lýsa og gera hesar spurningar og trupulleikar ítøkiligar og greiðar.

Jens Dolin hevur í mong ár arbeitt við náttúrufaks-spurningum í smb. við didaktik/undirvísing, og er ein kendur og royndur fyrilestrarhaldari bæði í og uttanfyri Danmark.

Lagt út: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021