• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Kristni er litfagurt

04.07.2013
Børn Ábrahams í 6. flokki

Nýggja bókin til kristnikunnleika í 6. flokki er á gáttini, og nú ber til at blaða frítt í einum kapitli í bókini, “Børn Ábrahams”, sum er um jødadóm, kristindóm og islam.

Bókin til 6. flokk heldur fram, har hinar bøkurnar í røðini, Kristni 4 og Kristni 5, sleptu. Nýggja bókin er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í undirvísingina.

Við støði í fjølbroyttum teksti og litføgrum myndum eru nógv lívsevni at tosa um í Kristni 6. Greitt verður m.a. frá kirkjusøgu, triðju grein í trúarjáttanini, líknilsum, undrum og kristnari myndlist.

Jón Magnus Joensen hevur skrivað Kristni 4, Kristni 5 og Kristni 6. Til allar næmingabøkurnar í røðini er lærarabók, uppgávubók og útgávuheimur á Snar.

Hannis Egholm hevur teknað og sniðgivið bøkurnar, Ingi Sørensen og Allan Korsager Dalsgarð hava gjørt myndlistarliga partin.

Brellbitin úr Kristni 6 sæst her.

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021