Bókin kemur út í juni í ár og høvundar eru Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen. Tær hava báðar undirvíst í kristni í skúlanum við Ósánna og hava fyrr gjørt tilfar til somu lærugrein.
Nýggja kristnibókin byggir á námsætlanina í kristni og er viðgjørd av gudfrøðingi og lærarum. Til heildina er næmingabók, lærarabók og uppgávur á www.snar.fo. Lærarabókin verður greið til skúlaársbyrjan 2011/2012 og síðan á snar nakað seinni.
Kristnibókin til sjeynda flokk er partur av heildarætlan, har nýtt tilfar skal fáast til øll stig í hesi lærugrein.
Kristni 7 viðger kristnu skriftirnar við einum søguligum baksýni. Greitt verður frá, hvussu kristindómurin breiddi seg um lond til og við trúbótina. Sum nakað nýtt verður fremmandur átrúnaður viðgjørdur í 7. flokki. Høvundarnir hava valt at taka jødadóm og islam við í hesa bókina.
(Á myndini eru høvundarnir Paulina Andreasen og Charlotta Thorsteinsson framman fyri ørkum úr komandi bókini)