• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Lærarabók til Kristni 4

22.12.2010
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út lærarabókina til Kristni 4. Í bókini eru hugskot um, hvussu arbeiðast kann við bókini og uppskot um aktivitetir.

Í lærarabókini til Kristni 4 verða allir samrøðukassarnir í næmingabókini viðgjørdir. Uppskot eru um sangir, sum kunnu syngjast til ymisku evnini. Nakað av faktateksti er í bókini. Hugskot eru til, hvussu arbeiðast kann við næmingabókini og í nógvum førum eru eisini uppskot um aktivitetir í sambandi við evnið, sum arbeitt verður við.

Aftast í lærarabókini eru fylgjuskjøl við m.a. sangum, sum verða nevndir sum uppskot at syngja.

Svarlisti til uppgávurnar í arbeiðsbókini er fremst í lærarabókini.

Tað er Jón Magnus Joensen, sum hevur gjørt lærarabókina til Kristni 4.

Bókin kostar 800 krónur og er til sølu í Bókamiðsøluni .

Meiri kann lesast á:

http://www.snar.fo/kristni/kristni_4/

http://www.snar.fo/skipan/utgavur/snarbook/kristni-4-laerarabok-1/

 

Lagt út: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021