• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Lærarabók til Lívfrøði 1

12.05.2010
Skúlabókagrunnurin gevur út lærarabók til Lívfrøði 1 (til 7. flokk).
Magnus Gaard, studentaskúlalærari, hevur skrivað.

Lærarabókin hevur á leið sama bygnað sum næmingabókin og arbeiðsbókin. Fyrsti partur er um lív og náttúru, annar partur er um lívið undir sjóneyku og triði partur er um mannakroppin.

Við at taka nøkur evni nágreiniligari ígjøgnum vónar rithøvundurin, at lærarin fakliga gerst betur førur fyri at læra evnini frá sær og at svara spurningum frá næmingunum.  

Fyri at ongar misskiljingar skulu vera, eru svarini til allar spurningarnar í arbeiðsbókini við í lærarabókini. Seinast í hvørjum parti eru ymsar uppgávur, ið ætlanin er at lærarin kann margfalda til næmingarnar at arbeiða við.

Bókin er at fáa hjá Bókamiðsøluni frá mikudegnum 12. mai.

Lagt út: Rói Joensen

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021