• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Loynivinir og jólahald

30.11.2011
Snar og nýggjar skúlabøkur gera desember hugnaligari.

Í morgin er fyrsti desember, og desembermánaður er ein serlig tíð í skúlanum. Børnini gleða seg til jóla, og lærarar royna at gera tímarnir eitt sindur hugnaligari enn vanligt. Lærarar, sum mangla íblástur til hetta, kunnu fáa hjálp frá Námi. 

Í spildurnýggju Hervør og Høgni bókini til fyrsta flokk eru níggju síður, sum rigga serliga væl til desember. Millum annað tosa Lív og Una um loynivinir, og Høgni og Hervør greiða frá um jólahald. Eisini eru uppskot til jólapynt og uppskriftir til jólagóðgæti.

Nýggju kristnibøkurnar hava eisini jólatemu. Í kristnibókini til fyrsta flokk, Vinir mínir og eg 1, syngur veran Vita um adventskransin, í Vinir mínir og eg 2 hoyra vit um vísmenninar og læra sálmin Fagur himin er at sjá, og í kristnibókini til fjórða flokk lesa børnini jólaevangeliið, læra um jólasiðir og práta um jólastákan. 

Á undirvísingarportalinum Snar er eisini temasíða um jól og jólahald við fleiri jólaleikum, hugskotum til jólaprýði, sang- og nótahefti við øðrvísi jólasangum og slóðum til útlendskar jólasíður.  

 

MYND: Nógvir skúlar hava jólamyndir á teirra heimasíðum. Hugnaliga jólamyndin  frá jólahaldi í Christianskirkjuni í Klaksvík í 2010 er frá Skúlanum við Ziskatrøð. Kelda: www.ziskatrod.com

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021