• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Lúsakríggj 2010

28.01.2010
31. januar 2010 er ásettur at vera almennur lúsakríggjdagur í fleiri Norðurlondum. Í fjør varð skipað fyri lýsakríggjdegi í Føroyum, og eydnaðist tiltakið sera væl.

Lýs eru ein stórur trupulleiki hjá nógvum børnum, vaksnum, stovnum og skúlum. Tí eru Gigni – heilsufrøði til børn & ung og Apoteksverk Føroya, aftur í ár farin í eitt samstarv, við tí endamálið at basa lús. Tann 31. januar 2010 verður tí eisini skipað fyri einum landsumfatandi átaki, ið nevnist Lúsakríggj 2010.

Í fjør fingu øll skúlabørn í teimum yngstu flokkunum ein pakka heim við, til at basa lýsnum. Í ár fara øll barnagarðsbørn í Føroyum at fáa ein pakka. Eisini verður varpað ljós á Lúsakríggi á ymiskan hátt.

Fyri at basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kembað sama dag. Tí heita vit á øll foreldur um at kemba teirra børnum vikuskiftið 31. januar 2010.

Meira kann lesast um Lúsakríggj á www.gigni.fo og www.apotek.fo 

 

Lagt úr: Heini Nygaard

|
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021