• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Náttúrufilmar á LMS

01.03.2010
LMS hevur stórt úrval av filmum at nýta í undirvísingini. Millum tað nýggja eru náttúrufilmar frá DR og BBC. Allir hava danska talu ella danskan tekst.

Naturens fantastiske materialer: Náttúra okkara er fylt við teimum mest ótrúligu evnunum. Summi harðari enn stál og betri enn menniskjans besti optikkur. Tað, sum er enn meira hugtakandi, er hátturin, náttúran tilevnar hesi evni.
1:2 Naturens fantastiske materialer - leirur, viður, beinagrindir
2:2 Naturens fantastiske materialer - krystallir og fjølbroytt mýl, hvítabjørnin og ultraviolett stráling, sjálvreinsandi blómur og vantættir eiturkoppar.

Naturens bevægelse: Náttúran vísir okkum á fleiri framtíðar tøkniligar møguleikar, enn flestu okkara gruna. Verkfrøðingar og granskarar eru í ferð við at avlúra náttúruna fyri at finna nýggja tøkni.
1:2 Naturens bevægelse
2:2 Naturens bevægelse

Klodens kræfter: Bretska náttúrusendingin greiðir í 5 pørtum frá teimum øgiligu kreftunum, ið hava tilevnað klótu okkara: Eldgos, lofthavið, ísur, havið og okkara einastandandi jørð.
1:5 Vulkaner
2:5 Atmosfæren
3:5 Is
4:5 Havet
5:5 Den enestående jord

De tre ispoler: Smeltandi jøklar kunnu hava álvarslig árin. Hetta umfatar ikki bara polarísin í Arktis og Antarktis, og her verður heldur ikki bara hugsað um fløðing av høvunum. Jøklar er á øðrum støðum á klótuni enn við pólarnar. Ísbræðingin í fjallalendum er í støðum níggjufaldað seinastu 9 árini. Hetta kann koma at hava álvarslig árin fyri menniskju, ið búgva á hesum støðum.

Fremtidens superkur: Ein sending um frumkyknur (stamceller).

Naturens smarte energi: Í náttúru okkara eru nógv smá orkuverk, ið veita orku til øll djór og allar plantur á klótu okkara. Granskarar lúra av náttúruna fyri at finna tað endaligu loysnina uppá okkara orkutørv.

Rejsen til månen: Hugflog gjørdist til veruleika, tá menniskju fyrstu ferð settu fótin á mánan tann 20. juli 1969. DR2 viðgerð stórtíðina hjá rúmferðunum

På vej mod brintsamfundet: Ein filmur um kolvetni og tess týdning í framtíðar orkuveiting.

Lagt út: Heini, lærugreinaráðgevi

|
Atknýtt tíðindi
Kendar náttúrussendingar á LMS
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021