• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Nýggj lærarabók í kristni

16.08.2011
Nýggja bókaheildin eitur Vinir mínir og eg.

Høvundarnir, Jónfríð Foldbo og Tóra við Keldu, hava gjørt lærarabók til nýggju bókaheildina Vinir mínir og eg 2, sum er til annan flokk í fólkaskúlanum.

Í lærarabókini, sum er komin í handlarnar, verður nágreiniliga greitt frá, hvussu hvør einstakur skúlatími verður skipaður. Tvær fløgur við tónleiki eru í lærarabókini, og aftast eru 47 avritssíður til næmingarnar at arbeiða við. Nógvar avritssíður og uppgávur eru ætlaðar til eina loggbók, sum eisini fylgir við bókaheildini. Loggbókin kostar 25,- kr., men er ókeypis, um flokssett av Vinir mínir og eg 2 verður keypt. Loggbókin kemur út í viku 34.

Lærarabókin telur 230 blaðsíður og kostar 875,-.

 

|
Atknýtt tíðindi
Nýggj bók í kristniVinir mínir og eg
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021