• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
  • Kunning

Plakat av bókunum í Bíbliuni

08.09.2011
Í kristnibókini til fjórða flokk læra næmingar um bøkurnar í Bíbliuni, og nú ber til at heingja bøkurnar upp á veggin í skúlastovuni.

Eftir fyrispurningi frá lærara hevur Nám valt at geva myndirnar á síðu 24 og 25 út sum plakatir. Talan er um tvær tekningar av bókahillum, har bøkurnar í Bíbliuni standa í beinari raðfylgju.

Plakatirnar kunnu nýtast at gera bygnaðin av Bíbliuni greiðari fyri næmingunum í øllum floksstigum - ikki bara teimum í fjórða flokki.

Kristni 4 hevur nógv ymisk evni: skapanin, næstakærleikin, hvíludagurin og um at missa. Harumframt eru fleiri søgur um kendar persónar í Bíbliuni. Parturin, sum snýr seg um bøkurnar í Bíbliuni, greiðir frá, hvussu prentlistin gjørdi bíbliulesnað møguligan fyri vanlig fólk, hvussu Bíblian varð týdd til føroyskt, og hvussu vit finna runt í tí stóra bókasavni, sum Bíblian er.

Jón Magnus Joensen hevur skrivað Kristni 4, og Hannis Egholm hevur gjørt tekningar og layout, umframt at hann hevur staðið fyri umbróting og prenti. 

Plakatirnar, sum eru hentar til kristnikunnleika á øllum stigum, eru at fáa á Bókamiðsøluni. Tvær plakatir kosta 60 krónur.

Á heimasíðuni til Kristni 4 eru bókahillarnar eisini tøkar at nýta til samvirkna talvu. Her eru tær interaktivar, soleiðis at um tú trýstir á eina bók, kemur tú inn á bókina á biblian.fo. Málningar, kort og tittulbløð úr Kristni 4 eru eisini tøk á heimasíðuni umframt ymisk spøl.

Kunning um plakatirnar her.

Heimasíðan til Kristni 4 er her.

|
Atknýtt tíðindi
Avritssíður til Vinir mínir og eg 2Hava tit roynt kristnibøkurnar?Nýggj bók í kristniLærarabók til Kristni 4
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2021