Skrivligu próvtøkur fólkaskúlans í mai 2010
Tær skrivligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum í regluliga royndarskeiðnum verða hildnar eftir hesi ætlan:
Mánadagin 17. mai
Kl.08.30 - 12.30 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Rokning/støddfrøði, greiðslurokning
Kl.13.30 - 17.30 Skrivlig próvtøka í 10. flokki Rokning/støddfrøði
Týsdagin 18. mai
Kl. 08.30 - 12.30 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Føroyskt, framseting
Kl.13.30 - 17.30 Skrivlig próvtøka í 10. flokki Føroyskt, framseting
Mikudagin 19. mai
Kl. 08.30 - 12.30 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Danskt, framseting
Kl. 13.30 - 17.30 Skrivlig próvtøka í 10. flokki Danskt, framseting
Hósdagin 20. mai
Kl. 08.30 - 10.00 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Føroyskt, rættskriving
Kl. 11.00 - 12.00 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Rokning/støddfrøði, fimisrokning
Kl. 13.30 - 17.30 Skrivlig próvtøka í 10. flokki Enskt
Fríggjadagin 21.mai
Kl. 08.30 - 12.30 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Enskt
Týsdagin 25.mai
Kl. 08.30 - 09.30 Skrivlig próvtøka í 9. flokki Danskt, rættskriving
Munnligu próvtøkurnar verða hildnar í tíðarskeiðinum frá mánadegnum 7. juni til hósdagin 24. juni 2010, báðir dagar íroknaðir.
Fyri próvtøkuflokkarnar er vanlig skúlagongd til og við fríggjadagin 4. juni 2010.
Lagt út: Rói Joensen
Mynd: jackhynes - flickr.com